Gott ár hjá Luna

2013 var eitt gott ár hjá alifeløgunum í Vágum, Luna og Fútakletti, sum eru samanløgd. Ársúrslitið í fjør var 105 milliónir krónur.

2013 var eitt gott ár hjá alifeløgunum í Vágum, Luna og Fútakletti, sum eru samanløgd. Ársúrslitið í fjør var 105 milliónir krónur.

Tað er munandi hægri avlop enn árið fyri, tá tey bæði feløgini høvdu um 15 milliónir í yvirskoti í part.

Nettosølan í fjør var góðar 412 milliónir krónur og bruttovinningurin um 168 milliónir krónur. Felagið hevur goldið 25 milliónir krónur í lønum í fjør og 21 milliónir í skatti.


Eginognin hjá felagnum er vaksin úr 153 milliónum upp í 228 milliónir krónur. 30 milliónir eru goldnar í vinningsbýti til partaeigararnar, sum er smápartafelagið í Tungu í Gøtu, sum teir tríggir brøðurnir, Atli, Páll og Regin Gregersen eiga gjøgnum síni smápartafeløg.