- Vil ein hava fólk at støðast í eini bygd, er neyðugt at skapa umstøður fyri trivnaði. Hinvegin mugu vit eisini virða tey, sum vilja flyta aðrastaðni, sigur Elsa Andreasen. Sjálv hevði hon ikki kunna hugsað sær at búð nakra aðrastaðni enn í heimbygdini, Haldórsvík. Men nógv er broytt hesi seinastu árini:
Tað vóru tær tíðir, tá nógv virksemi var í bygdini. Flakavirkið gav arbeiði til nógvar víkarhendur og fólk úr øðrum bygdum. Skuldu fólk til handils, so var tann møguleikin somuleiðis til staðar her.
Í dag er hvørki teirra í Haldórsvík, og líkt er neyvan til, at nakað slíkt arbeiðspláss verður aftur í bygdini enn á sinni.
- Tað er eingin ivi um, at flakavirkið helt nógvum fólki til bygdina, slær Elsa Andreasen, ið eisini er bygdaráðslimur í Sunda kommunu fast.
Ístaðin eru nógv víkarfólk sum arbeiða aðrastaðni. Elsa lesur til námsfrøðing í Havn, og liggur hetta væl fyri, tí tað einans eru 45 minuttir hagar við bili.
- Eg haldi eisini, at vit ungu halda tað vera fínasta slag at búgva her. Tað er so eingin forðing fyri nøkrum, hóast fleiri møguleikar og tilboð eru aðrastaðni.
- Eg havi so ongar ætlanir um at flyta aðrastaðni, sigur ungi bygdaráðslimurin og námsfrøðislesandi víkarkvinnan.