Gott at Bill Gates ikki ger bilar

Viðhvørt er best at tiga. Eisini - hóast tú ert eigari av Microsoft, windowsuppfinnari og alheimstelduguru. Sum t. d. Bill Gates, sum einaferð samanbar telduídnaðin við bilídnaðin. Hann segði m. a.:

? Um General Motors hevði ment tøknina í sama mun sum telduíd´naðurin, so høvdu vit bilar í dag, sum kundu koyra 1000 kilometrar upp á liturin.

Bill Gates fekk kortini svar upp á tiltalu. General Motors svaraði skjótt aftur við einum tíðindaskrivi ? fyri líkasum at seta tingini upp á pláss.

Svarið var soljóðandi:

? Um GM hjevði ment eina tøknifrøði sum Microsoft, høvdu vit í dag koyrt í bilum, við hesum eginleikunum:


---


? Bilurin hevði ? allarhelst uttan orsøk ? steðgað upp tvær ferðir um dagin

? Hvørjaferð nýggjar rípur vórðu málaðar á vegin, mátti tú keypa nýggjan bil

? Bilurin hevði javnan steðgað upp mitt á vegnum. Men tú hevði góðtikið tað, endurstartað og koyrt víðari

? í staðin fyri ávaringarljós fyri temperatur, olju, battarí v. m. hevði bert ein ávaringarlampa verið, sum segði »systemfejl«

? Airbagskipanin hevði fyrst spurt »ert tú vísur í tí?«, áðrenn hon kundi verið útloyst

? Bilurin hevði javnan læst seg sjálvan, og tú kundi bara sloppið út við serligum snildni - t. d. við at hálað í handtakið og snarað lyklinum samstundis sum tú hálaði í antennuna.

? Hvørjaferð ein nýggju bilur kom á marknaðin, mátti tú taka nýtt koyrikort. Nógvar funktiónir í nýggja bilinum høvdu verið øðrvísi enn í tí gamla.

? At enda skuldi tú trýst á startknøttin fyri at sløkkja bilin?