Gott at hava fjølbroyttan skúla

Jónleif Johannesen, lærari
--------

Ein fjølbroyttur skúli klárar betur at leggja seg tætt at næminganna tørvi. Millum annað eru tað næmingar, sum hava brúk fyri at skipa skúladagin út í æsir. Verður fólkaskúlin skipaður í størri skúlaeindir, samstundis sum vit halda somu tímajáttan innan skúlaøkið, er møguleiki fyri at geva hesum næmingum eitt nøktandi skúlatilboð.
Í einum skúablaði stóð at lesa um Eysturskúlan. Í Eysturskúlanum, sum liggur í størsta skúlaøki okkara, hevur skipanin megnað at gera ein øðrvísi flokk. Tveir lærarar, ein pedagogur og fimm næmingar eru í flokkinum. Tey húsast í einum fakrúmi, einum arbeiðsrúmi og einum frírúmi.
Eitt felags eyðkenni fyri næmingarnar, sum skipanin í Eysturskúlanum fevnir um, er vánalig konsentratión. Tí er best, um teir fáa eitt øðrvísi tímabýti enn tað vanliga fólkaskúlin kann bjóða. Starvsfólkini í Eysturskúlanum hava valt at hava tímar á hálvan tíma og fríkorter á 15 min.

Bygdaskúlin eitt gott boð
Lærararnir síggja fleiri fyrimunir við hesari skipan. Tað áhugaverda er, at nógvir fyrimunirnir verða best skipaðir innan teir karmar, lítli bygdaskúlin kann bjóða.

Fyrimunir:
· Tað eru fáir næmingar í skúlanum, tí fær lærarin nógv betri stundir til at geva einstaka næminginum ein góðan og tillagaðan skúladag.
· Samskiftið við foreldrini er meira regluligt, tí foreldrini koma við og eftir børnunum. Foreldrini eru fá, og góðar stundir eru at samskifta dagliga.
· Regluligir foreldrafundir, har prátið lyftir seg upp á eitt hægri støði, eru oftari. Foreldrini eru fá, og tí er tað ikki so møtimikið at hava ein skipaðan foreldrafund.
· Við tað at næmingarnir eru fáir, hava teir góðar møguleikar at tosa við læraran um, hvussu teir hava tað.
· Skúlin skal ikki tilpassast kørmunum hjá tí stóra skúlanum, tí kann lærarin nógv fríari tillaga dagin eftir tørvinum hjá einstaka næminginum.
· Lága næmingatalið ger, at næmingar, sum ikki tora at opna seg undir vanligu skúlakørmunum, her vinna á óttanum.
· Starvsfólkini kunnu frítt skipa dagin við eitt nú tímum á 30 min og fríkorter á 15 min. Her er eingin annar at taka atlit til.
· Allur skúlabygnaðurin við umhvørvi kann skipast eftir tørvi barnanna.
· Bygdaskúlin kann bjóða næmingunum fakrúm, arbeiðsrúm, frírúm og ikki minst eina óspilta náttúru at mennast í.

Góða tilboðið kann útbyggjast
Tað er ein styrki at hava ein skúlabygnað við bæði stórum, miðal og lítlum skúlum. Skal hendan styrkin koma næmingunum til góðar, má tímajáttanin til skúlaøkini haldast á dagsins støði, samstundis sum vit eiga at skipa størri skúlaøki. Skúlaøki við fjølbroyttum møguleikum, sum taka atlit til einstaka næmingin. Tilboðið á Eysturskúlanum, sum virkar stak væl, eigur at setast á stovn í bygdaskúlum kring alt landið.