Gott at onkrir politikarar tora

Leif Sørensen eigur matstovuna Gourmet, hann metir mongdaravslátturin í Rúsdrekka vera eitt neyðugt stig, og gleðist um dirvið hjá Bjarna Djurholm

Leif Sørensen eigari av matstovuni Gourmet hevur leingi eftirlýst, at keypsprísirnir av rúsdrekka varð lagaligari fyri matstovur og onnur. Hann er tí fegin um broytingina kunngerðini, ið ger, at Rúsdrekkasøla Landsins kann geva mongdaravsláttur til matstovur og hotellir, ið keypa stórar mongdir til víðari sølu.
- Tað er fantastiska gott, at onkrir politikarar eru, ið tora at gera tílíkar neyðugar broytingar, sigur Leif Sørensen.
Hann er spentur, at vita hvussu stóran avsláttur talan er um, tí at fyri, at hetta veruliga skal merkjast má talan sambært Leif vera um minst 20%.
- Nú vita vit ikki hvussu nógv % talan er um, men hetta kann vera við til at gera tað møguligt, at reka eina matstovu sum Gourmet í Føroyum, sigur Leif.
Leif Sørensen sigur, at príslækkanin ikki fer at merkjast á prísinum á víni, ið verður selt í Gourmet. Raksturin av eini matstovu, sum hansara í Føroyum er somikið tungur, at tað als ikki ber til, at seta prísin niður. Hann sigur, at hann ikki fær sagt, hvussu aðrar matstovur fara at gera, men hjá honum verður hetta bert eitt íkast til tann tunga raksturin.