-Politiska viðgerðin av bankamálinum er alt ov hektisk í løtuni til at eg kann koma við viðmerkingum. Tað, sum onnur halda og føla, hevur tikið so nógv av tíð míni, at eg havi ikki sjálv havt stundir til hvørki at lesa alla frágreiðinga ella at gera mína egnu hugsan.
Sigur Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður í sambandi við úrslitið av bankakanningini.. Hon vil fegin úttala seg men ikki fyrr enn tað er greitt, hvør politiska avleiðingin verður av øllum málinum.
-Men eg haldi tað er gott, at vit fingu hesa kanningina, og at hon nú er liðug. Tað hevur kenst sum at hava ein havt ein mylnustein um seg, nú tú hevur livað við allari hesi óvissuni og gitingunum. Tí er tað ein lætti, at kanningin er gjørd. Nú vit vita øll, hvat tað er vit tosa um. Hon heldur kanningin hevur reinsað luftina millum Føroyar og Danmark.
Uppá fyrispurning um hon ikki gjørdist skelkað av kanningingi sigur Vibeke Larsen, at hon treyðugt verður sjokerað av nøkrum.
-Í hvønn mun heldur tú, at undanmaður tín, Bent Klinte, hevur verið við til at geva donskum myndugleikum misvísandi og manglandi upplýsingar um støðuna í Føroyum!
-Tað havi eg onga viðmerking til. Uppgávan hjá ríkisumboðnum er m.a. at kunna danskar myndugleikar um støðuna í Føroyum.
Sum dani í Føroyum sigur Vibeke Larsen seg vóna, at góðu viðurskiftini millum báðar ríkispartarnar ikki taka skaða av bankakanningini.
Hon heldur, at danir og føroyingar hava góð viðurskifti hvør við annan, hóast politiskar rembingar.