Tað er ikki hvønn dag, at børn og ung hava høvi at spæla violin í kirkjuni í Kirkjubø. Mánadagin fingu tey hetta høvi - og til mikið fragd fyri tey umleið 70 fólkini, sum vóru komin saman til sjósetingina av nýggja kappróðrarbátinum Brendan.
Áðrenn tey ungu fingu høvi at royna seg helt Ólavur Hátun, musikkskúlaleiðari stutta røðu.
Hann segði m.a. :
? Tað er mær ein gleði at fáa hetta høvið til enn einaferð at siga Amerada Hess tøkk fyri, at teir við munandi peningagávu løgdu støði til Ljóðførisgrunn Føroya Musikkskúla, sum, um aðrir stovnar, fyritøkur og myndugleikar eisini taka undir, kann fáa alstóran týdning í tí at fáa bygt upp eitt framkomið tónleikalív í Føroyum.
Sera áhugavert var tað seinnapartin seinasta leygardag í Norðurlandahúsinum at hoyra harra Tim Severin greiða frá sjóferðum, hann m.a. saman við okkara listamanni og sjógarpi Tróndi Patursson hevur gjørt yvir høv.
Tað eru mong í Føroyum, sum eins og eg við áhuga fylgja við í slíkum sjóvegis ævintýrferðum. Mær var tað soleiðis minniligt at lesa bókina hjá Tim Severin um ferðina við skinnbátinum Brendan eftir gamlari siglingarleið yvir Atlantshav, sum eisini bar við her hjá okkum, og sum gjørdist byrjanin til samstarv og vinskap millum teir báðar Tim og Trónd.
Hetta at leggja á hav út í tað óvissa, at uppliva havið í sínum stórleika, njóta dýrdarløturnar og taka tøk við tær óhugnaligu kreftir, tá ið náttúran sýnir seg í sínari vreiði, tað man hugtaka flestøll dreingjabørn her í landinum.
Men aftan fyri hesar ferðir hjá hesum nútíðar víkingum býr meira enn bert trongdin til spennandi upplivingar. Her býr ikki minst eisini granskingarhugur aftanfyri, hugur at kanna hendan heim, læra fjar og fremmand støð at kenna og ikki minst at vita um mannakor á havsins leiðum í nútíð og í fortíð.
At fyritøka sum oljufelagið Amerada Hess saman við góðum fólki her í landinum eisini sýnir slíkum fyritaksemi áhuga og m.a., sum skilst, hevur gjørt hetta tiltak í okkara mentanarháborg Norðurlandahúsinum møguligt, er at gleðast um.
Ofta er spurningurin frammi: Hvat er mentan?
Ja, hetta hugtakið man fevna um so mangt. At vit í dag eru komin saman í okkara aldargamla mentanarmiðdepli Kirkjubø at navngeva og at flota bát, sum skal geva ungum føroyingum møguleika til at royna seg í kappleiki við aðrar tjóðir, tað tykir mær ikki minst at hava eitt mentanarligt yvirbrá.
Kappróður er aðalítrótt okkara føroyinga. Her er talan um meira enn bert ráar kreftir, sum hava tað eina endamálið at koma fyrstur á mál. Nei, her er talan um fródligan felagsskap, um samspæl, ið ber yvir í tað musikalska, eina felags rytmu, eitt felags arbeiðslag, sum ikki bert ber vakurleikan í sær, men eisini er fortreyt fyri einum gleðiligum úrsliti. Í okkara hugaheimi man fátt vera so hugtakandi, sum tá ið bátur sum t.d. 10-mannafarið »Vestmenningur« millum javnlíkar stevnir froðandi fram móti máli.
Sum føroyingur vil eg tí eisini nýta hetta høvið til at takka Amerada Hess fyri, at teir við hesum tiltaki vísa føroyingum vegin til alheims ítróttaligt samstarv eisini á hesum øki, og eg vil eisini fegin ynskja vestmenningum góða eydnu í hesari teirra spennandi avbjóðing.
Bretski konsul okkara Jóhan Mortensen eigur hjartaliga tøkk uppiborna, fyri at hann ikki bert áhaldandi og við eldhuga hevur verið við til at birta uppundir, at vit føroyingar mugu vera á varðhaldi um tey ríkidømi, sum kunnu finnast á okk-ara heimaøki, men at hann eisini gongur undan í at slóða fyri mentanarligum gagni í hesum sambandi.