»Gott at Smyril Line fær kapping«

Fimmbogi Arge, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, heldur tað vera optimalt, at eitt felag nú ætlar sær at taka upp kapping við Smyril Line víðvíkjandi ferafólka- og farmaflutningi til og úr grannalondunum

? Sjálvandi er tað í fínasta lagi, at eitt felag tekur upp kapping við Smyril Line um sjóvegis ferðafólkaflutning, nú Smyril Line eisini er farið inn á farmaøkið. Kapping er altíð sunn, og tí er tað gott fyri samfelagið, at vit nú fáa ein møguleika fyri flutningi afturat. Hetta er viðmerkingin hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, um at Eimskip saman við ørðum arbeiðir við einari nýggjari ferafólka- og farmaleið millum Ísland, Føroyar, Skotland og Danmark.

Finnbogi Arge sigur tað vera optimalt, at tað nú fer at bera til hjá ferðafólkum at veja ímillum tvey reiðaríð, ið røkja ferðafólkaflutning við grannar okkara í Norðuratlantshavi. Hann væntar, at kappingin fer at hava eina príslækkan við sær, ið ger, at fleiri føroyingar fara at ferðast, og harafturat verða føroyingar sjálvsagt meira mobilir, tá fleiri flutningsmøguleikar vera.


Ávirkar ikki Smyril Line

Landstýrismaðurin heldur ikki, at tað fer at hava stórvegis ávirkan á raksturin hjá Smyril Line, at eitt fíggjarliga sterkt útlendskt felag tekur upp kapping við Smyril Line. Hann sigur vænta, at kappingin millum Smyril Line á aðraru síðuni og møguliga Eimskip og DFDS á hinari síðuni fer at líkjast kappingini millum lítla føroyska flogfelagið Atlantsflog á aðraru síðuni og stóra danska felagið Maersk á hinari síðuni.

? Á flogleiðini millum Føroyar og Danmark hevur Atlantsflog yvirlutan, og eg vænti at somuleiðis fer at vera við Smyril Line, um tað fær eitt útlendskt felag at kappast ímóti. Talan er nevniliga um ein ógvuliga miðvísan lítalan aktør, ið vil nakað. Tí klárar Atlantsflog seg, og tí fer Smyril Line eisini at klára seg.

Finnbogi Arge dugir tó væl at síggja vansan, um nýggja felagið ætlar sær at veita júst somu tænastur sum Smyril Line. Hetta heldur hann ikki grundarlag vera fyri. Men hann heldur, at um nóg væl verður lagt til rættis, koma bæði feløgini at klára seg. Tó vísir hann á, at um ferðafólkaflutningur skal vera høvuðsgrundarlagið undir einari farleið í Norðuratlantshavi, eisini um veturin, fer leiðin ikki at bera seg.


Aberdeen ikki høvuðsleiðin

Tá farleiðin til Aberdeen við Smyrli varð niðurløgd, var nóg frammi um, at leiðin til Aberdeen var høvuðsleiðin inn á Europeiska meginlandið. Hesum er Finnbogi Arge ikki samdur í. Hann heldur tað vera ov trupult at flyta stórar bingjubilar við fiski inn á Europeiska meginlandið yvir Aberdeen, tá eins væl ber til at flyta teir beinleiðis til Týsklands til dømis.

Men samanumtikið heldur Finnbogi Arge tað vera fálíkt at hendan leiðin verður uppafturtikin við privatum peningi sum grundarlagi.