Gott at spæla aftur - súrt at tapa

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við HB-veteranin, Liljuna av Fløtum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við veteranin hjá HB, Liljuna av Fløtum, ið kom á vøllin í seinna hálvleiki í steypafinaluni sum HB tapti 1-2 ímóti EB/Streymi/Skála.

 

Aftaná skurðviðgerð og sjúkrafráveru fyrr í ár var tað ein góð kensla hjá Liljuni av Fløtum at sleppa at spæla dyst aftur.

 

Men samstundis var tað ein beisk kensla hjá Liljuni at tapa enn eina steypafinalu, har HB-kvinnurnar høvdu møguleikarnar til at vinna dystin. HB hevur nú tapt sjey steypafinalur á rað, og Liljan hevur roynt at tapt fittan part av hesum sjey steypafinalunum.