FLOGBÓLTUR
Ein av spælarunum frá greipuvinnarunum úr SÍ, sum er fastur fúsur á landsliðnum, er Helga Guttesen, sum fekk nokk so nógva spælitíð í seinna dystinum ímóti Danmark á Giljanesi í gjár.
– Eg haldi ikki, at hetta var ov sterk mótstøða, men akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Tær vóru líka góðar sum vit, men dugdu betur at halda høvdið kalt, segði hon eftir dystin.
– Tær hava spælt saman nógv longri enn vit og venja eisini nógv meira. Hetta vóru eisini teir báðir fyrstu dystirnir hjá okkum við nýggja spælistílinum.
Helga Guttesen helt, at í fyrsta og øðrum setti vóru tað marginalarnir, ið gjørdu munin, men at í triðja setti vóru ov nógvir feilir.
– Koyrdu vit ein bleytan bólt yvir um netið, fingu vit hann bukaðan aftur í høvdið, og vit fingu ongan ókeypis bólt frá teimum, segði hon.
– Vit fóru sjálvandi inn fyri at vinna dystirnar, men fyrst og fremst ráddi um hjá okkum, at vit kundu læra okkum at spæla undir trýsti, tí tað kunnu vit fáa brúk fyri á Oyggjaleikunum.