Klaksvík: Kanska góða veðrið í morgun var orsøkin til tað.
Í øllum førum kann staðfestast, at tað vóru fáir klaksvíkingar sum høvdu brúk fyri brennievni frá Statoil fyrrapartin.
- Tað er sjáldsama friðarligt í morgun, sigur eitt av starvsfólkunum.
Nakrir fáir bilar komu at fylla sær tangan, men eigarin hevði hvørki hug til eitt prát ella at lata seg avmynda.
Onkur helt fyri, at tað var gott at Statoil var vorðið føroyskt burturav, og ikki endaði í hondunum á útlendskum kapitali.
- Tað eitur Statoil Føroyar, og eg vóni, at tað altíð kemur at verða føroyskt, sigur eitt annað viðskiftafólk.
Semja er í øllum førum um, at Statoil er eitt gott felag, sum nú gongur ímóti eini spennandi framtíð.
Nú er tað føroyskt!
Á Statoil-støðini í Klaksvík ber til at keypa brennievni, eins væl og aðrar neyðsynjarvørur til akfarið og til húsarhaldið.
Eitt av viðskiftafólkunum á støðini í morgun var leirvíkingurin, Jón Konoy.
Hann luttekur í hesum døgum í arbeiðinum at gera kanningar um, hvar best er at leggja eitt møguligt komandi berghol Norður um Fjall.
Fyrrapartin var hann farin eini ørindi, m.a. at keypa nakað av brennievni í sambandi við arbeiðið.
Jón fegnast um tíðindini, sum hann las á Portalinum seinnapartin í gjár at Løkir, saman við øðrum hevði keypt Statoil Føroyar frá norska felagnum.
- Eg haldi, at tað er í fínasta lagi. Tí, nú er Statoil veruliga føroyskt, slær hann fast.
Í framtíðini ímyndar Jón sær, at Statoil Føroyar - sum seinni fer at skifta navn - kann mennast nógv og fáa veruliga ávirkan á eina komandi oljuvinnu í Føroyum.
- Men í tí dagliga fari eg neyvan at merkja stórvegis til, at Statoil nú er vorðið føroyskt, sigur hann.