Gott at tey sluppu aftur til arbeiðis

Tað eydnaðist at finna eina semju millum Starvsmannafelagið og Toll- og Skatt, soleiðis at starvsfólkið á innkrevjingardeildini sluppu aftur til arbeiðis, men hon hevði við sær, at Starvsmannafelagið mátti viðganga at hava borið seg skeivt at

Hon byrjaði tann 9. november 1999, ósemjan á innkrevjingardeildini á Toll- og Skatt. Og ikki fyrr enn tann 5. januar 2000 fóru tey aftur til arbeiðis.

Í næstan tveir samfullar mánaðir vardi ósemjan, sum í byrjanini snúði seg meira um smámál á eini deild, men sum við eitt gjørdist ein ósemja millum arbeiðsgevara og fakfelag um burturvísingar og annað.

Nú semjan er fingin í lag, eru báðir partar sjálvsagt nøgdir, men, sum tað sær út uttanífrá, so er bara ein partur av ósemjuni loystur. Tað er stríðið millum fakfelagið og arbeiðsgevaran, meðan innanhýsis ósemjan skal loysast av samstarvsbólkinum, sum gjørdist ein partur av semjuni.


Tað var eitt mistak

Semjan hevur við sær, at Starvsmannafelagið viðgongur at hava gjørt eitt mistak í sambandi við ósemjuna á Toll- og Skatti.

Í semjuni stendur, at Starvsmannafelagið viðurkennir, at innanhýsistrupulleikar skulu viðgerast og loysast á staðnum millum leiðslu og starvsfólk, og at álitisfólk hevur ikki rætt til at boða til fundar í arbeiðstíðini móti boðum frá leiðsluni.

Gunnleivur Dalsgarð viðgongur, at felagið gjørdi eitt mistak í sambandi við fundin, sum varð í november, men hann staðfestir, at tað er rætturin hjá fakfelagnum, at blanda seg upp í eina ósemju á einum arbeiðsplássi.

? Tað hava vit skyldu til at gera, og tað fara vit sjálvsagt eisini at gera í framtíðini. Men tað var ikki rætt at gera tað, sum vit gjørdu tað í november, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Tí leggur hann stóran dent á tann partin av semjuni, sum snýr seg um samstarvsnevndina.

? Sáttmálin ásetur møguleikan fyri slíkum samstarvsnevndum og tí var tað av sera stórum týdningi fyri okkum, at fáa júst tann partin við í semjuna, sigur Gunnleivur, sum leggur afturat, at ein slík samstarvsnevnd skal byrgja upp fyri, at slíkir trupulleikar stinga seg upp í framtíðini.

Gunnleivur Dalsgarð greiðir frá, at uppgávan hjá samstarvsnevndini verður at verða við í samskipanini av stovninum frameftir.

? Ætlanin er, at innkrevjingin skal flytast út økini, og samstarvsnevndin skal vera við í tilrættaleggingini av tí arbeiðinum.


Hóttaninar afturtiknar

Tá Starvsmannafelagið kom upp í málið um trætuna á innkrevjingardeildini gekk bert lítil løta til álitisfólkini vórðu hótt við burturvísing. Ikki tí at felagið var komið uppí, men av tí at tey, sambært leiðsluni, høvdu forbrotið seg móti sáttmálanum.

Men nú semjan er gjørd, eru hesar burturvísingar afturtiknar allar sum ein. Og samstundis viðurkenna báðir partar hóttaninar, sum vórðu settar fram, samstundis sum eisini tær fella burtur.

Hjá Starvsmannafelagnum var tað eitt krav, at allar hóttaninar og burturvísingar vóru tiknar aftur og tí er formaðurin sjálvsagt fegin um, at tað eydnaðist.

? Tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki finna okkum í, at hava hóttanir hangandi yvir høvdinum á okkara starvsfólkum, og tað eri eg sjálvsagt nøgdur við, sigur Gunnleivur Dalsgarð.


Sjokeraður

av Karsteni

Men hóast semja er gjørd, so er alt ikki bara dansur á rósum frameftir.

Útvarpið visti í gjár at siga frá Karsteni Hansen, at nú útleggingin av innkrevjingini kann fara fram, so merkir tað, at eini fýra ella fimm starvsfólk kunnu sparast.

? Eg haldi at tað er heilt ófatuligt av Karsteni, og eg eri sjokeraður, fyri at siga tað sum tað er. Eg haldi tað vera einastandandi løgið, at hann beint eftir eina drúgva ósemju fer út og sigur, at fimm størv kunnu sparast burtur. Hatta hevur hann ikki nevnt við einum tí einasta orði í sambandi við samráðingarnar sum verið hava seinastu tíðina, sigur Gunnleivur, sum ikki er sørt uppøstur, um framferðina hjá fíggjarmálaráðharranum.

Gunnleivur Dalsgarð heldur framferðarháttin verða løgnan, tí enn kennir eingin umfangi av einari útlegging av innkrevjingini og útleggingin er ikki í samsvari við metingina hjá starvsfólkunum á innkrevjingini.

? Tey meta, at tað eftir øllum at døma verður tørvur á teimum øllum somlum tá útleggingin er framd, og tí er tað heldur enn ikki nasadjarvt av fíggjarmálaráðharranum at skera ígjøgnum á henda hátt sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelagnum at enda.