Gott at vera á Skipasmiðjuni

Sum fleiri av næmingunum í Vágs Skúla, valdi Martin Tausen í Hovi at fara í starvsvenjing í Havn. Vit fóru ein túr framið á Tórshavnar Skipasmiðju har Martin er í starvsvenjing og spurdu hann nakrar spuningar.

Hví valdi tú just hetta arbeiðisplássið?
Eg vildi royna okkurt, sum hevur eitt sindur av mínum áhuga, og valdi so skipasmiðjuna.

Hvat dámar tær at verða her?
Tað er fínasta slag.

Hvat hevur tú gjørt higartil?
Arbeitt við rørum umborð á Krúnborg, sveisað, slípað og tílíkt.

Hvat gert tú beint nú?
Bíði til hinir eru lidnir við tað teir gera, og skulu so gera okkurt annað.

Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í framtíðini?
Tað veit eg ikki, tað kundi altíð hent.

Gleðir tú teg at sleppa í skúla aftur?
Ja, eitt sindur.

Til endans spurdu vit Martin hvussu tað er at verða í Havn. Við einum smíli segði hann at hann, helt tað verða hampuligt, men helt seg vera meira til bygdarlívið. Martin gongur 9.b í Vágs skúla.