Gott – Betri – Barsil

Alt gott kann gerast betri. Tað sama er galdandi fyri barsilsskipanina, sum á nógvar mátar er ógvuliga góð og týdningarmikil fyri føroyska samfelagið.

 

Tó so hevur hon nakrar manglar, har tað serliga eru fimm viðurskifti, sum vit eiga at tillaga:

 

  1. Hægri hámark
  2. Barsil til liðugt lesandi
  3. Umskipa barsil hjá B-inntøku
  4. Meira barsil til tvíburaforeldur
  5. Meira barsil til ov tíðliga fødd

 

Hámarkið fyri barsilsútgjaldi hevur verið 25.000 kr. síðan 2004, tá tað varð lækkað úr 35.000 kr. Sambært Vinnuhúsinum svaraði hámarkið í 2004 til 143% av einari fulltíðar arbeiðaraløn, meðan í dag er hámarkið á leið ájavnt við eina fulltíðar arbeiðaraløn við 3 ára royndum. Tað merkir so sjálvandi, at í dag verða fleiri og fleiri skerd í sínum útgjaldi samanborið við fyri 18 árum síðan. Tíðin er komin at fylgja tilmælinum hjá Vinnuhúsinum og hækka hámarkið fyri barsilsútgjaldinum.

 

Í Føroyum er studningur til lesandi ikki at rokna sum A-løn. Ein avleiðing av hesum er, at studningurin telur ikki við, tá barsilsgjald verður útroknað. Ítøkiliga merkir hetta, at um ein liðugt lesandi fær eitt barn, og hon bert hevur havt studning sum inntøku síðsta árið, fær hon ONKI barsilsútgjald. Hetta hevur sjálvsagt stórar avleiðingar fyri eina nýklakta barnafamilju. Í Danmark er SU at rokna sum A-løn, og har fáa lesandi tískil barsil. Vit skulu sjálvandi gera studning um til A-løn og gjarna hækka hann, so man tekur hædd fyri møguligari skatting av studninginum. Á henda hátt høvdu lesandi í Føroyum og í Danmark verið javnsett við tí úrsliti, at liðugt lesandi í Føroyum høvdu fingið barsil. Hetta hevði bæði verið rætt og rímiligt.

 

Hevur man B-inntøku, rindar man sum útgangsstøði ikki barsilsgjald. Tó kann man tekna sær eina trygging upp á 3.000 krónur um árið. Ein treyt fyri at fáa barsilsútgjald er, at tryggingin skal hava verið í gildi í minsta lagi í 1 ár. Nógvir vansar eru við hesi mannagongd. Eitt nú eru tað fleiri við B-inntøku, sum kanska ikki hugsa um møguleikan at tekna sær trygging og tí standa sera illa í tí, tá tey finna útav, at man er við barn. Hinvegin, um man veit, at man ikki skal í barsil (aftur), so sleppur man bíligari í skatti enn onnur við A-inntøku. Ein loysn hevði tí verið, at tey við B-inntøku rindaðu barsilsgjald, samstundis sum tey rindaðu B-skatt. Á tann hátt høvdu øll við A- ella B-løn verið javnsett – bæði við rættindum og skyldum. AMEG verður eitt nú rindað av skattskyldugu inntøkuni – og ikki bert A-lønini – so tí skuldi man eisini kunnað gjørt tað sama fyri barsil.

 

At fáa eitt barn er strævið – at fáa tvey børn er tríggjar ferðir so strævið. Spyr eina og hvørja tvíburamammu ella -pápa, og tey kunnu fortelja tær, at tað er himmalvíður munur á at hava eitt og tvey smábørn. Eg havi sjálvur fýra børn, har tað minsta er tveir mánaðir. Annað okkara er alla tíðina bundið við at bera, skifta, práta, rura, geva (okay, ikki eg) ella troysta barnið. Og so kann eg bara ímynda mær, um vit høvdu havt tvey, ja, so høvdu vit bæði verið bundin hvønn minutt í 10 mánaðir. Hóast hetta fáa tvíburaforeldur bert fýra vikur eyka í barsil til eitt lítið, hjálparleyst og krevjandi barn afturat. Sjálvandi skulu tvíburaforeldur fáa dupultan barsil. Í Føroyum verða fødd á leið 10 tvíburapør um árið, so fíggjarliga hevði broytingin havt lítla ávirkan á barsilsskipanina, men gjørt allan munin fyri tvíburaforeldrini.

 

Verður barn føtt áðrenn 32. viku, fáa foreldrini 8 vikur afturat í barsil. Hetta er ógvuliga gott, tí hesi børnini brúka vanliga longri tíð um at mennast. Trupulleikin er, at verður eitt barn føtt í 33. viku, so fáa foreldrini ikki longda barsilstíð. Tað er helst ikki ætlanin, at tað skal vera so stórur munur á, hvørt barnið er føtt í 32. ella 33. viku, og tí haldi eg, at man eigur at hava eina yvirgongd, at er barnið føtt í 33. viku, kunnu foreldrini t.d. fáa 6 vikur eyka, í 34. viku fáa 4 vikur eyka o.s.fr. Somuleiðis áttu foreldur at fingið longda barsilstíð, um barnið er innlagt á sjúkrahúsi í longri tíð. Í Danmark verður barsilstíðin t.d. longd við 35 døgum, um barnið er innlagt á sjúkrahúsi í 35 dagar.

 

Alt kostar, og hesar tillagingar skulu fíggjast. At gera studning um til A-løn og umskipa barsil hjá B-inntøku hevði helst hvílt í sær sjálvum, tí hesi høvdu so rindað inn í barsilsgrunnin so hvørt. Hinar tillagingarnar høvdu vit kunnað fíggjað við at lækkað ALS-gjaldið og hækkað barsilsgjaldið tilsvarandi. Eg havi í øðrum lesarabrævi mælt til, at ali- og uppsjóvarvirki ikki longur skulu fáa rúmd í serligu fiskavirkisskipanini hjá ALS, og við tí broytingini hevði man havt gott grundarlag fyri at lækkað ALS-gjaldið.

 

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at barsilsskipanin verður broytt og tillagað soleiðis, at hon hjálpir enn fleiri og enn betur teimum, ið hava tørv á henni.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

Um meg:

 

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.