Gott í dag men vátt í morgin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, út á seinnapartin lot til andøvsgul av suðri, sum í kvøld øtlar nakað. Fyrrapartin verður skýggjað manga staðni og mjørki í støðum, annars yvirhøvur turt og sólglottar. Í nátt verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi. Yvirhøvur skýggjað og regn. Hitin millum 10 og 12 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi av vestri, 8 til 13 m/s, sum eitt skifti øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassanvind, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Fleiri æl, men eisini sólglottar, um náttina samdrigið og okkurt æl. Hitin um 10 stig.