Gott fótbóltssummar

Oddagrein

Síðani 1992 hava føroysk fótbóltsfeløg luttikið í altjóð kappingum, sum UEFA skipar fyri. Úrslitini hava verið misjøvn, og summi ár hevur gingið avbera illa hjá føroysku feløgunum. Men føroysk feløg hava eisini skapt stór úrslit hesi 19 árini, og í summar hevur tað veruliga eydnast føroyskum feløgum at fáa góð úrslit burtur úr sínum heimadystum.


Fýra ferðir hava føroysk feløg spælt Europa Cup dystir á heimavølli í summar, og bert einaferð hevur tað lukkast útiliðnum at sleppa avstað við sigrinum. Hinvegin hava trý feløg klárað javnleik ímóti sterkum feløgum, og fleiri av avrikunum hava verið heilt góð.


Í gjárkvøldið var HB um reppið at vinna á svensku meistarunum. Malmø FF vann fyrra dystin ímóti HB 2-0, og hóast svenskarar vóru vandamiklari í dystinum í gjárkvøldið, var avrikið hjá HB sera gott, og í seinna hálvleiki legði HB seg á odda. HB royndi at fáa eitt mál afturat fyri at hava kjansin at koma víðari, men tað hevði helst við sær, at Malmø í yvirtíðini fekk møguleikan at javna. Frammanundan hava EB/Streymur og NSÍ eisini spælt javnleik á heimavølli, og ikki minst javnleikurin hjá NSÍ ímóti EB/Streymi var imponerandi. Umframt góðu avrikini hjá feløgunum, hevur føroyska landsliðið eisini staðið seg væl, og í seinasta landsdystinum endaði tað við sigri á Estlandi.


Hetta hevur tí verið eitt gott fótbóltssummar, og avrikini vísa, at hóast tað gongur upp og niður, tá ið føroysk feløg og landslið taka lut í europeiskum kappingum, sum kunnu vit saktans verða við – eisini tá ið svenskir meistarar og Premier League feløg vitja okkum.


Føroyingar eiga at verða fegnir um møguleikan at taka lut í altjóða fótbóltskappingum á hægsta stigi. Altjóða luttøkan hevur lyft føroyskan fótbólt á eitt støði, sum ikki hevði verið gjørlig uttan hesa luttøku. Eitt stórt milliónatal av krónum koma hvørt ár inn í føroyskum fótbólt umvegis luttøkuna í kappingum hjá UEFA og FIFA, og ítróttarligu avbjóðingarnar og upplivingarnar hava gjørt, at føroyskur fótbóltur í dag er komin á eitt støði, har vit veruliga megna at takast við feløg og lond, sum hava munandi størri fíggjarorku, fólkatal og møguleikar enn vit.



(sitat)

Altjóða luttøkan hevur lyft føroyskan fótbólt á eitt støði, sum ikki hevði verið gjørlig uttan hesa luttøku.