Gott høvi at marknaðarføra føroyskar vørur

Kaj Leo Johannesen frá Farex var ein av luttakarunum á risastóru fiskavørustevnuni European Seafood Exposition 1999, ið hesa vikuna hevur verið hildin í Bruxelles. Talan er um størstu stevnu í Europa av sínum slag, og heldur Kaj Leo Johannessen, at talan er um eitt frálíkt høvi at marknaðarføra føroyskar fiskavørur

Nógv fólk hevur vitjað á føroyska básinum á European Seafoos Exposition 1999, ið opnaði týsadagin og lat aftur seinnapartin í gjár. Talan er um fremstu stevnu av sínum slag í Europa, og tí eru føroyskir fiskaseljarar sera glaðir fyri, at Menningarstovan hevur borið so í bandi, at føroyingar í felag hava verið við udir heitinum Faroe Export Group.


Stórt trýst

Úr Bruxelles frættist, at trýstið á føroyska básin hevur verið stórt, og fólk hava verið moyr, tá tey eru komin heim aftur á hotellið, eftir at hava staðið ein heilan dag og práta við fólk við ymsikum tungumálum frá ymiskum tjóðum. Men hetta skal til, um ein ynskir, at varðveita áhugan fyri føroyskum fiskavørum.

Kaj Leo Johannesen, ið er við á fiskavørustevnuni fyri fyritøkuna, Farex, sigur, at hann heldur júst hesa stevnuna vera eitt frálíkt høvi hjá føroyskum fiskaseljarum at gera vart við seg úti í heimi. Hann vísir á, at fleiri nýggir kundar hava vitjað fleiri av føroysku sølufyritøkunum, og onkur hevur havt áhuga í at gera sáttmála. Men tó heldur hann, at tað ið hevur størstan týdning, er at møta teimum fyritøkunum, ein longu hevur samband við, tí tá ber til at røkta sambandið, og harvið gera tað enn betur og enn meira støðufast.


Sleppa undan

at ferðast

? Hóast fiskaseljararnir hava verið noyddir at ferðast til Bruxelles til hesa stóru fiskavørumessuna, ger hon í veruleikanum, at fiskaseljarar sleppa undan at ferðast kring heimin at røkta sambond umframt at finna nýggj, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann vísir á, at á einari slíkari stevnu møtast leiðandi fólkini fyri seljarar og keyparar úr meginpartinum av heiminum, og tískil ber bæi til at røkta sambond og finna nýggj sambond á hesari stevnuni.


Dagføra vitan

? Umframt, at ein fær nýggj sambond og eisini høvi at røkta gomul sambond á einari slíkari stevnu, so er hon eisini eitt gott høvi hjá føroysku fiskaseljarunum at dagføra sína vitan og finna út av hvørjar fiskavørur eru við at koma á móta í teimum ymisku londunum fyri tíðina, sigur ein væl nøgdur Kaj Leo Johannesen úr Bruxelles.


Fyrstu ferð í felag

Føroyingar hava fyrr verið umboðaðir á European Seafood Exposition, men hetta er fyrst ferð, at fyritøkurnar hava verið umboðaðar í felag. Og umboðini fyri fyritøkurnar halda tað avgjørt vera ein fyrimun at vera umboðar í felag.

Fyriøkurnar, ið hava verið við eru: Bakkafrost á Glyvrum, Farex í Havn, Kósin Seafood í Klaksvík, Landshandilin, Vestsalmon, United Seafood, PRG Export, Klaksvík Fish Company og Faroe Ship.