Gott lutakast fyri Ísland

EM 2016: Nú greitt hvør skal spæla móti hvørjum í EM endspælinum í Fraklandi í summar

Lutakastið til EM undaspælið í summar hevur verið í dag. Tey 24 liðini eru deild í seks bólkar frá A til F.

 

Tvey norðurlond eru við til EM endaspælið. Ísland er við fyri fyrstu ferð, og teir fingu eitt gott lutakast, um hugsað verður um styrkina á mótstøðuliðnum. Teir eru í bólki við Portugal, Ungarn og Eysturríki. Serliga Portugal og Ungar vóru millum veikaru liðini, ið Ísland kundi havt møtt.

 

Fyri Svøríki bleiv talan hinvegin um eitt torført lutakast. Teir endaðu í bólki við Belgia, Italia og Írlandi.

 

Her eru bólkarnir:

 

Bólkur A: Frakland, Albania, Rumenia, Sveis

 

Bólkur B: Ongland, Wales, Slovakia, Russland

 

Bólkur C: Týskland, Norðurírland, Póland, Ukraina

 

Bólkur D: Spania, Turkaland, Tjekkia, Kroatia

 

Bólkur E: Belgia, Írland, Svøríki, Italia

 

Bólkur F: Portugal, Ísland, Ungarn, Eysturríki

 

Soleiðis vóru liðini styrkismett:

 

Styrkisbólkur 1:

Týskland, Spania, Ongland, Portugal, Belgia, Frakland

 

Styrkisbólkur 2:

Italia, Russland, Sveis, Eysturríki, Kroatia, Ukraina

 

Styrkisbólkur 3:

Tjekkia, Svøríki, Póland, Rumenia, Slovakia, Ungarn

 

Styrkisbólkur 4:

Turkaland, Írland, Ísland, Albania,Wales , Norðurírland