Gott nýggjársveður

Mangan hevur ligið illa fyri at senda fýrverk og kynda bál gamlaárskvøld. Men í ár er líkt til at veðrið verður av tí frægasta. Sambært donsku veðurstovuni DMI verður turt og klárt veður í dag. Hitin verður millum 2 og 5 stig, og við lítlum vindi av suðri.

Í nátt verður framvegis turt, men kanska meiri skýggjað. Vindurin veksur nakað og tað gera hitastigini eisini.

Í morgin ? nýggjársdag ? verður hann sunnan ella landsynningur í ættini, 5 til 8 m/s, sum út á dagin veksur nakað. Í morgin fer at regna av og á. Hitin verður allan dagin um 7 stig.

Kortið frá norskari veðurstovu vísir best, hvussu veðurlagið verður teir næstu 24 tímarnar.

Gott nýggjár!