Sissal Kampmann
-----
Ólavsøkukonsertin 2010 hevur sum flest øllum kunnugt verið eitt nógv umrøtt mál í miðlunum seinastu tíðina. Rokið stóðst av, at Tórshavnar býráð hevur yvirtikið konsertina, eftir at FUT hevur skipað fyri tiltakinum í 25 ár. Ætlanin við yvirtøkuni er millum annað at broyta ólavsøkuna, at samskipa hana betur, at nútímansgera og at gera samlaða tiltakið meir fólksligt. Ætlanin var, at gera Ólavsøkukonsertina til meir enn bert eina konsert, men meira til eitt tiltak.
Tey 25 árini konsertin hevur verið fastur táttur á ólavsøku og hevur longt ólavsøkuna við einum degi, hevur hon flutt seg runt í býnum. - Frá Skansanum, niðan á vøllin í Venjingarskúlanum, til kajøkið við molan, til Kommunuskúlagarðin og oman á Skálatrøð og so framvegis.
Hjartað í býnum
Í ár var konsertin hildin í hjartanum í Tórshavn. Í Tórsgøtu, har caféeir, spælistøð, ungdómshús, Reinsaríið, leikhús og handlar liggja í einum trunka lið um lið, og hava ment og gjørt býin meir spennandi og áhugaverdan, bæði mentanarliga og estetiskt.
Konsertin, sum byrjaði kl. 20.00 var hildin á trimum pallum. Á einum uttandura høvuðspalli, á einum innandura palli á Reinsarínum, har uppkomandi bólkar spældu, og ikki minst var pallurin hjá Undirbeat við Ubernørd, FRAU, danska dj´num Kasper Bjørke og VJ´num MM, Marionnu Mørkøre, sum helt til inni í Perluni ótrúliga væleydnaður. Atmosferan í Perluni var innbjóðandi og heit, og var avgjørt við til at gera heildarupplivingina av tiltakinum góða. Samstundis nøktaði tiltakið í Undirbeat tørvin hjá tí partinum av áhoyrarunum, ið eru til elektroniskan tónleik. Tórsgøta var tí eitt upplagt stað at halda eina konsert, sum fyrst og fremst hevur áhuga millum tey ungu. Men á fjølbroyttu skránni vóru eisini nøvn, sum lokkaðu meir tilkomnar áskoðar á konsert.
Frá rock n´roll til glittur
Skráin innihelt alt frá góðum gammeldags Rock n´Roll við Jens Marna Hansen til blues við ókrónaða blueskonginum, Una R. Debess og Crawling Blue til tungan doomrock við Hamferð til happy go lucky sing along musik við boðskapi við millum øðrum Páll Finnur Páll og Grandma´s Basement. Harumframt fingu áhoyrararnir høvi til at hoyra meir lurtaravinarligan, fólksligan og melidiøsan tónleik við Guðrið Hansdóttir, sum eins á G! spældi nýggj løg. Modernaði androgyni elektro tónleikurin var eisini representeraður við The Ghost og Bet you are William, sum góvu ótrúliga livandi, energiskar og vælspældar framførslur, sum avgjørt vóru verdar at síggja og hoyra.
Sum vanligt var ikki so nógv fólk, tá konsertin byrjaði, men tá longur leið út á kvøldið, komu fleir og fleir fólk. Tá avtornaði var økið so at siga fult, og hýrurin var góður millum áhoyrararnar.
Nervapirrandi framførsla
Filip Mortensen, sangari í The Ghost greiddi frá, at settið hjá teimum á Ólavsøkukonsertini var ein avbjóðing, tí tað skuldi styttast nógv, orsakað av stuttu tíðini, teir høvdu at spæla í.
-Tað hevur verið rættiliga nervapirrandi at skula spæla eitt so stutt show og samstundis at fáa tað at rigga, sigur Filip. - Men eg haldi ikki, at áhoyrararnir løgdu merki til tað trýstið, vit vóru undir, og at tey vóru nøgd við framførsluna.
- Vit hava verið á turné í Týsklandi og í Eysturíki, og vónandi fara vit til Týsklands og Englands í september, so vit spæla ikki so nógv í Føroyum. – Tí er tað ótrúliga týdningarmikið, at vit gera tað gott, tá vit spæla heima, og vit gera tí eisini nógv burturúr, tá vit spæla fyri okkara landsmonnum, sigur Filip at enda.
Og ja, eins og á G! var konsertin hjá The Ghost ein litrík og energisk uppliving við dansarum, ballónum, konfetti og ikki minst tónleiki, sum rykti heildarupplivingina av Ólavsøkukonsertini enn eitt stig uppeftir.
Glimmerdanskarar
Høvuðsnavnið á konsertini í ár, donsku Dúné, dróg sjalvsagt nógv fólk til, og tað var eingin ivi um, at tað var henda bólk, tey flestu gleddu seg mest til. Danski indie stadion bólkurin, sum júst nú eru á Europa turné, vístu áhoyrarunum, at tey vistu, hvussu tey skuldu fáa føroyingar at ganga amokk, og hvussu man hevur tað stuttligt.
Við vatni, tungum styvlum, tanktops, glimmur og glittur og einari ørgrynnu av orku og spæligleði góvu tey áhoyrarunum í Tórsgøtu eina mynd uppá, hvussu tónleikaframførslur eisini kunnu gerast. Við framførsluni, har teir fyrst og fremst spældu tónleik frá nýggjastu fløguni, Enter Metropolis, vístu teir yvirskot og ikki minst eina væleydnaða sjálvíscenusetan, sum hoyrir einari slíkari konsert til og sum ikki bleiv pínlig ella ov nógv.
At teir í 2008, árið, tá teir tóku danska tónleikapallin við stormi, vunnu so at siga allar tær mest týdningarmiklu virðislønirnar innan tónleik, millum annað Danish Music Award fyri besta nýggja navn, ársins rokkútgávu og ársins navn, var ikki heilt óskilligt, eftir at hava sæð teir undirhildið føroysku áhoyrararunum í einum braki av eini konsert.
Getzar og krevjandi kvinnur
Ljóðgóðskan á Ólavsøkukonsertini var tíverri vánalig, bæði innandura og ikki minst inni á Reinsarínum, har tungi doomrockbólkurin Hamferð og klaksvíksbólkurin Grandma´s Basement spældu.
Jón Jacobsen, sangari í Grandma´s Basement, greiðir frá, at bólkurin verður sammettur við eina modernaða útgávu av Dynamitt. Hetta er fyri so vítt satt, tí tónleikurin hjá Grandmas Basement er beint framm rokk/poppur, tá hann er best. Hann viðger tabuevni við einum humoristiskum útgangstøði.
GB spæla skitnan kjallaratónleik við fangandi løgum og teksti, har øll kunnu syngja við. Ikki minst viðgera og lýsa teir tey stríð, ið eru millum kirkju, babtistar og Getzemane, sum Jón metir hevur verið heldur ekstremt í Klaksvík seinastu árini. Av hesi orsøk hava teir millum annað skrivað sangin “Getze”, sum snýr seg um hesi viðurskifti. Harumframt hava teir skrivað sangir um seigligar bóndur, um kvinnur, sum ongantíð fáa nokk, um samkynd og um annað, ið ikki verður viðgjørt dagliga í føroyskum tónleiki. Heilt galið eru teir ikki farnir í býin, tí tá GB spældu sást, at teir hava ein trúgvan áhoyraraskara, sum stóð klods uppi við pallin og sang við.
- Enn hava vit so at siga onga mótstøðu fingið til tónleik og tekstir, men hetta fer helst at broytast, nú fløgan er útkomin, greiður Jón frá.
Tá endin er góður….
Alt í alt var Ólavsøkukonsertin 2010 ein góð uppliving og fólk vóru sera væl nøgd. Hetta var galdandi fyri tónleikaligu framførslurnar og ikki minst fyri tær umstøður, sum konsertin varð hildin undir. Góða veðrið var sjálvsagt eisini við til at gera konsertina væleydnaða og til at gera stemningin betur. Tað er onki so lemjandi fyri eitt slíkt tiltak, sum regn og vindur.
- Trupulleikarnir við vánaligari ljóðgóðsku tykjast tíverri at vera afturvendandi, og hetta er sjálvsagt við til at lækka støðið og tónleikaligu upplivingina av konsertunum. Men tá Páll Finnur Páll endaðu konsertina kl. seint, setti tað eitt, sum altíð, væl upplagt , væl spælt og ikki minst stuttligt punktum fyri áhoyrararnar, sum mugu sigast at hava fingið nógvar tímar av fjølbroyttum føroyskum og útlendskum tónleiki á høgum støði, fyri ikki nógvar pengar.