Eitt av teimum fimm nýggju andlitunum í nýmannaða Løgtinginum eigur Rigmor Dam.
Hon kemur frá einari politikara familju og varð sjálv vald á Ting leygardagin.
- Hetta verður ein spennandi avbjóðing. Tá tú stillar upp, kanst tú ikki vænta nakað, men eg eri glað fyri tær atkvøðurnar, eg havi fingið, sigur Rigmor Dam.
Nú ætlar hon sær at liva upp til álitið, sum veljarin hevur víst henni.
- Eg ætli mær at verða eitt gott og virki umboð á Løgtingi fyri vinstravongin. Og so vóni eg ikki, at alt bara fer at snúgva seg um rúsdrekkapromillu ella abc’ið. Eg ætli mær at verða við til at skapa breiðar semjur, og tað, sum liggur fyrst fyri, er kommunusamanlegging og skúlasamanlegging, sigur Rigmor Dam.
Hon bleiv vald sum nummar fýra á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 270 atkvøðum, framman fyri so kend nøvn sum Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm og John Johannesen.
- Eg ætli mær at vera við til at fáa samfelagið aftur á rætta kós. Tað mugu takast tung tøk og eg ætli mær at gera mítt til, at tey verða tikin. Tá tú játtar at stilla upp til val, mást tú verða til reiðar at gganga allan vegin, og tí hevði eg ikki sagt nei takk til ein landsstýrissess, skuldi hann staði mær í boði, sigur Rigmor Dam, nývald javnaðarkvinna á Tingi.