Gott ár á fiskamarknaðunum

Árið í fjør royndist sera væl á teimum íslendsku fiskamarknaðunum, og árið var metár bæði í nøgd og virði. Viðskiftablaðið skrivar, at marknaðirnir seldu 103.469 tons í fjør ella 9,8 prosent meiri enn í 2008, tá nøgdin var 94.263 tons.

Vøksturin í virðinum var nógv størri. Í 2008 seldu marknaðirnir fisk fyri góðar 16,9 milliardir íslendskar krónur, men í fjør var hetta talið knappar 21,8 milliardir krónur ella heili 28,5 prosent størri.

Næstan allir fiskaprísirnir hækkaðu í fjør, men høvuðsfrágreiðingin er, at virðið á íslendsku krónuni hevur verið sera lágt tað seinasta árið.