Meginfelag Búnaðarmanna hevði í fjør 1,08 milliónir í yvirskoti, eftir at felagið hevði útlutað 700.000 krónur í bonur til eigararnar.
Hetta er eitt úrslit, sum felagið er nøgt við.
– Aftur í ár eydnaðist tað okkum at náa einum úrsliti, sum vit ikki kunnu vera annað enn nøgd við. Hóast prísirnir á altjóða marknadinum hava verið sera lágir, og okkara kappingarneytar hava selt fleiri av vørum sínum fyri ein nógv lægri prís enn áður, so hava vit hóast alt eitt úrslit, sum gevur okkum maguleika at útluta 700 túsund krónur í bonus til eigararnar, skrivar felagið í ársfrásøgnini.
Eftir bonus er úrslitiá hjá MBM 1,080 mió.kr., sum er á leið tað sama sum undanfarna ár.
Stórur partur av árinum var annars merktur av, at MBM fekk í meira lagi av mjólk inn. Teir bøndur, sum nú eru eftir, innvigadu tilsamans 7,44 mio.litrar, og er hetta ein øking í mun til árið fyri uppá knappar 340.000 litrar.
– Avbjóðingin varð ikki minni av tí, at føroyingar harumframt tóktust at drekka minni og minni av feskari mjólk. Í 2015 drukku føroyingar 68.000 litrar minni enn árið fyri, skrivar Mjólkarvirkið Búnaðarmanna í ársfrágreiðingini.
Við miðvísum marknadarátøkum eydnadist tó at økja søluna av øðrum vørum soleidis, at samlaða sølan av mjólk og mjólkarúrdráttum var nærum 50.000 litrar meiri í 2015 enn í 2014.
– Serliga er tað jogurt og smør, sum selja meiri í 2015 enn undanfarin ár. Vit hava í hesum sambandi eisini dagført snið og heiti á okkara vørum soleidis, at kundin sær, at vørurnar eru frá einum og sama framleiðara.
Felagið sigur, at føroyski marknaðurin sjálvandi er avmarkaður, og at tað tí er ein avbjóðing at økja søluna á heimamarknaðinum.
– Men tað eru mjólkavørur, sum vit ikki hava framleitt á MBM higartil. Í 2015 fingu vit loksins glið á eina ostaframleiðslu á virkinum. Hetta er ein nýggj framleiðsla, sum vit hava stórar vónir til, sigur felagið.
Felagið sigur eisini, at avrokningarprísirnir í Føroyum eru millum heimsins hægstu – um ikki teir hægstu.
– Og tá vit so brúka áleið 10 litrar av mjólk til eitt kilo av osti, so sigur tað seg sjálvt, at vit mugu framleiða eitt slag av osti sum ber ein høgan kostnað. Tí hava vit valt eitt slag av Maribo-osti, sum við at hann verður goymdur á røttum stað, kann búnast til ein sjáldsama og framúrskarandi vøru, sum so aftur kann bera ein skilagóðan prís, skrivar Mjólkarvirkið í ársfrásøgnini.
FeFelagið heldur, at við innvigaður mjólkarnøgdunum í huga, so eigur hetta at fara at bera til.
Felagið skrivar eisini, at tað er eingin náttúrulóg, sum sigur, at vit einans kunnu hava 1.000 mjólkneyt í Føroyum.
– Landi ber væl meira enn tað, men talið, sum er í dag, nøktar innlendis tørvin av mjólk í dag. Skulu vit økja munandi um talið av mjólkneytum er neyðugt við øðrum marknaðum eisini. Tí hava vit brúkt nakað av tíð og orku at finna okkum aðrar marknaðir. Enn eru vit ikki komin á mál, men vit hava fingið greiðar ábendingar um, at stríðið ikki hevur verið til fánýtis.
Eginognin hjá Meginfelag Búnaðarmanna er nú góðar 30 milliónir krónur. Í nevndini í L/F Meginfelag Búnaðarmanna sita Poul D. Klementsen, sum er formaður, Thorvald Lützen, Niels J. Absalonsen, Janus Joensen og Sigert Patursson. Stjóri er Hákun Steingrimsson.