Gott ár hjá SPEKT

Grannskoðarafyritøkan hevur 2,2 milliónir krónur í yvirskoti í nýggjasta roknskaparárinum.

SPEKT hevur síðstu mongu árini havt eitt javntstórt yvirskot, árliga millum tvær og fýra milliónir krónur, og soleiðis er eisini í nýggjasta roknskapinum, sum fevnir um tíðarskeiðið frá 1. juli 2011 til 30. juni 2012. Yvirskotið í nýggjasta roknskaparárinum er stívliga 2,2 milliónir krónur.

Tað eru løggildu grannskoðararnir Finnbjørn Zachariasen og Miriam Haraldsen, ið stjórna grannskoðarafyritøkuni SPEKT.

Alt yvirskotið síðsta roknskaparár, 2,2 milliónir krónur, verður latið út sum vinningsbýti til smápartafeløg hjá báðum eigarunum.