Gott úrslit

Svensk-japanska fyritøkan Sony Ericson, sum ger fartelefonir, hevði 3,7 mia. krónur í avlopi í oktober-ársfjórðingi í fjør. Tað var meiri enn tvær ferðir meiri enn í juli- ársfjórðingi. Orsøkin til tað góða úrslitið var, at felagið seldi munandi fleiri fartelefonir enn frammanundan, sigur leiðslan. Bara í oktober ársfjórðingi seldi Sony Ericson 10 mió. fartelefonir.