Landsliðsprát
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóktist tað, sum um føroyska takið á miðvøllinum hvarv. Orsøkin til hetta tóktist ikki so øgiliga eyðsýnd, og eftir dystin spurdu vit okkara miðvallarovasta, Julian Johnsson, hvat tað var sum hendi.
- Orsøkin til at vit mistu takið eina løtu var, at teir fluttu seg rættiliga nógv á miðvøllinum. Við at spæla beint upp til áleypararnar, og niður aftur á miðjuna, fingu teir flutt spælið nógv, og tað møddi okkum nakað.
- Annars haldi eg sjálvur, at vit taktiskt vóru sterkir. Serliga í fyrra hálvleiki. Nakar góður dystur varð tað tó ongantíð. Hvørki av liðunum spældi serliga væl, haldi eg.
Spurdur, um dysturin kanska gjørdist keðiligur tí hann gjørdist í so taktiskur, sigur Julian, at tað heldur hann ikki.
- Tað er jú soleiðis, at so leingi vit halda hatta nullið, so taka vit sjálvandi ikki nakrar kjansir. Teir leypa heldur ikki framav, og tú kanst so ikki krevja, at vit skulu skapa nakað móti Sveis.
Stóra úrslitið
Allan Simonsen hevur ofta havt á munni, at tað stóra úrslitið »ligger lige om hjørnet«. Heldur Julian Johnsson, at hetta nú er komið nærri.
- Ja, tú sært ein slíkan dyst sum í dag. Vit halda teimum fullkomuliga burtur frá málmøguleikum í at kalla allan dystin, og so fáa teir allíkavæl eitt sovorðið keðiligt mál. Tað er bæði troyttandi og keðiligt, og ikki minst at málið kemur somikið seint. Tað er bara harmiligt.
Verður tað so kanska mikudagin, at stóra úrslitið fer at koma?
Nei, tað veit eg ikki, Jugoslavar hava eitt øgiliga gott lið, men vit mugu so bara gera okkara besta, og so síggja hvat hendir, sigur Julian Johnsson at enda.