Gott veður og fitt av fólki á Gøtusandi

Veðrið var gott, tá portalurin leitaði sær oman á Gøtusand. Smá æl hava verið gjøgnum alt kvøldið, men meðan Sic spældi, var slitið í.

 

Nakað av fólki var savnað á sandinum, har tað serliga vóru kjarnufjeppararnir hjá Sic, sum stóðu fremst og trýstu og skumpaðu hvønn annan. Onnur stóðu meira rólig longri aftri og lýddu á. Her eru nakrar myndir av festivalgestum