Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland liggur mest sum í stað, meðan tað viknar. Fleiri brúgvaløg fara komandi dagarnar fram við Føroyum av suðri. Um vikuskiftið nærkast eitt hátrýst Føroyum av eystri og fer væntandi framvið beint sunnan fyri Føroyar sunnudagin.
Veðrið í dag
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum harðar hvirlur. Skýggjað og stundum regn, men seinnapartin fyri tað mesta turt. Hitin millum 2 og 6 stig. Í kvøld og í nátt makar hann spakuliga vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin millum 3 og 5 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, framvegið við hørðum hvirlum, sum um náttina makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og møguliga sólglottar. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Hann frískar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Framvegis turt og sólglottar. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Framvegis yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, sum spakuliga øtla rí andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið um 7 stig.