Eitt hátrýst liggur fyrst stilt nær Føroyum, men flytir seg síðani spakuliga í ein útsynning. Leygardagin fer eitt veikt brúgvalag framvið Føroyum úr útsynningi. Sunnudagin fer eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum í ein landsynnig eystan. Mánadagin nærkast ein veik hitabrúgv Føroyum av útsynningi.
Í kvøld og í nátt verður turt og yvirhøvur skýggjað, men mjørki í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein vestan. Um náttina frískar hann vindin av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, annars skýggjað og møguliga mjørki. Hitin millum 4 og 8 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, eitt skifti møguliga hvassur vindur, 15 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, men eitt skifti skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, sum um kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, og tað klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 2 og 7 stig.