Køld luft liggur komandi dagarnar yvir Føroyum, men fyrst í næstu viku fer ein hátrýstsryggur at koma yvir oyggjarnar og gera veðrið støðugt. Frá mitt í vikuni fara brúgvaløg við regni, vindi og lýggjari luft at flyta seg yvir oyggjarnar úr suðri.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Ælaveður, í støðum vátaslettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina niður í millum 2 kuldastig og 3 hitastig, í støðum enn kaldari.
Mánadagin verður fleyr av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina niður í frostmarkið.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum um náttina øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar, men út á náttina skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av og á. Hitin millum 4 og 9 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, men tó okkurt ælið. HItin um 8 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum minkar. Samdrigið og ælaveður. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýgjað og regn av suðri. Hitin millum 5 og 8 stig.