»Vit hava okurs innkeypsprísir, høgar vín prísir, 25 prosent mvg og vit kunnu ikki seta prísirnar til tað, ið teir áttu at verið, tí tann føroyski marknaðurin er so lítil. Sum støðan er í dag, fremja karmarnir í Føroyum einans steakhouse-, pitsa- og barr- matstovur eftir útlendsk um leisti«, segði Leif Sørensen, fyrrverandi eigari av Gourmet, tá matstovan hjá honum uppi á loftinum á Glitni lat aftur.
Hans Andreasen, eigari av Glitni, má vóna, at orðini hjá Leif Sørensen eru røtt, tí seinast í apríl fara hølini, har Gourmet helt til, nevniliga at vera bæði barr- og steakhousematstova.
– Vit hava arbeitt við at gera eina orginala írska pubb í hálvtannað ár, og seinast í apríl ella fyrst í mars skuldi verið klárt, sigur Hans Andreasen.
Orginala pub
Ætlanin hjá Hansi Andreasen er at lata upp ein traditionella írska pub, har nógvir hálvveggir skulu geva eitt meiri intimt stað enn hini støðini í Havn.
– Vit skulu kunna bjóða bólkum av fólki at koma inn at hugna sær. Tey skulu fáa frið at sita, og so er meiningin, at tey skulu kunna fáa sær ein búff ella okkurt annað upp á fimm til tíggju minuttir, sigur Hans Andreasen.
Hann leggur afturat, at ætlanin á ongan hátt er at hava buffet.
– Tað gera øll hini, og fólk lata støð upp allastaðni, so vit mugu gera nakað, sum er eitt sindur øðrvísi, sigur Hans Andreasen.
Fyri eldri
Málbólkurin hjá nýggju írsku pubbini, sum ikki hevur fingið navn enn, eru fólk, sum eru eitt sindur eldri.
– Vit fara at hava írska fólkatónleik um vikuskiftini, og eg veit ikki, hvussu væl ungu fólkini tíma Wild Rover og so framvegis, sigur Hans Andreasen.
Hann leggur afturat, at ætlanin er at borðreiða við orginalum írskum øli.
Kostnaðarminni ætlan
Tað er kreppa allastaðni í heiminum, og hetta er vorðið ein fyrimunur, sambært eigaranum av Glitni.
– Vit fáa tað mesta bíligari enn vit roknaðu við upprunaliga, tí tað er ikki bara í Føroyum, at tað er kreppa, tí í Írlandi er virksemið eisini rættiliga lítið fyri tíðina, sigur hann.
Tó vil hann ikki koma nærri inná, hvat skal til fyri at pubbin skal kunna bera seg.