Goym moralin til seinni

Grugg til gamans og til álvara upp undir ólavsøkuna og ólavsøkudagarnar.

Pauli Nielsen
-------------------


Barbara Christoffersen, Páll Danielsen og fýra ferðir Tórgarð. Brecht og sera royndur týskur leikstjóri. Tað fær illa verið betri, hugsaði eg, tá ið eg nú eitt kvøldið leitaði mær oman í hølini hjá tjóðpallinum at síggja Grugg tulka Brecht við sangleikinum “Goym moralin til seinni”.
Meðan eg bíðaði eftir, at leikurin byrjaði, mól ein stubbi av einum teksti hjá Brecht í høvdinum á mær, sum eg minnist frá mínum ungu døgum. Eg endurgevi hann eftir minninum:

Hin ungi Aleksandur legði India undir seg.
Var hann púra einsamallur?
Cesar vann á gallarunum.
Hevði hann í minsta lagi ikki ein kokk við sær.
Filip kongur græt, tá í floti hansara gekk undir.
Græt eingin annar?

Stubbin gevur eina hóming av, hvørjum Brecht var upptikin av. Hvør var áskoðanin á samfelagið, sum vit fyltu børnini og ungdómin við, og sum flest øll okkara góðtóku uttan fyrivarni. Nakrir tekstir hjá Brecht vóru um hetta mundið - seinast í 60-árunum og fyrst í 70-árunum – týddir til føroyskt, og summir prentaðir í tíðarritinum Framanum.

Sangir hjá honum úr ymiskum uppsetingum, sum vóru nógv frammi tá, mólu eisini í høvdinum.
Gleddi meg at hoyra onkrar teirra í føroyskari týðing. Kendi eitt nú Surabaya Johnny og Sjórænara Jenny aftur á listanum yvir sangir í leikinum.

Lat meg siga beinanvegin, at eg varð ikki svikin. Sat sum rúnarbundin frá fyrstu løtu og til leikurin, áðrenn eg visti av, var liðugur.
Tað var sum at vera á kabarett. Serstaka sanglagið, tónleikurin og ferðin vóru imponerandi.
Sangirnir og tekstirnir leggja iðjandi lívið fram fyri okkum, eisini hjá teimum, sum vit kunnu halda, ikki liva eitt sømiligt lív, og tí ikki hava so nógv at liva fyri. Men lívið er altíð sterkari enn deyðin. Næstan sum eitt motto varð setningurin “Upp við høvdinum! Tann sum ikki er deyður enn, hann er livandi!” singlaður í høvdið á okkum. Og beint aftaná: “Tann størsti ítrótturin byrjar har, sum hann langtsíðani er hildin uppat at vera sunnur.”

Brecht vildi gera sítt til at fáa okkum at hugsa og vaksa sum menniskju.
Haldi ikki, at nakar fer órørdur úr leikhúsinum eftir at hava sæð og hoyrt leikin. Setningar og sangløg hanga í oyrunum, og mátturin frá væl uppløgdum leikarum situr í kroppinum.

Einaferð varð sagt um ein av heimsins máttmiklastu monnum, at hann ikki megnaði at spæla fótbólt og tyggja tyggigummi samstundis. Eg veit, at menninir í leikinum eru serstakir, men eg ivist ikki í, at bæði teir og vit kunnu takka leikstjóranum fyri, at teir nú megna at spæla fótbólt og syngja samstundis og uttan himpr, sum um tað bara var eitt spæl.

Takk fyri eitt megnar avrik, Barbara, Páll og fýra ferðir Tórgarð.

Eg vil nýta høvið at mæla øllum til at unna sær hesa løtuna saman við Brecht og Grugg-manningini.