Danski Muhammed-teknarin Kurt Vestergaard fekk boðið eini hús í Føroyum í at goyma sær fyri yvirgangsmonnum, sum liggur honum eftir lívinum. Kurt Vestergaard hevur eftir sína Muhammed-tekning í Jyllands-Postinum støðugt livi í ótta fyri, at fólk vilja gera seg inn á hann og kanska gera enda á honum. Fyri fáum vikum síðani breyt ein maður inn til hansara, men Kurt Vestergaard slapp undan við at goyma seg í serligum rúmi í húsinum.
Spiegel Online hevur eina longri samrøðu við Kurt Vestergaard um, hvussu hann hevur upplivað tíðina eftir tekningina í Jyllands-Postinum.
Kurt Vestergaard sigur, at hann ikki bert hevur verið fyri atfinningum og fingið hóttanir. Hann hevur eisini fingið fleiri hundrað teldupostar frá ?vanligum fólki?, sum hann sigur, ið vilja stuðla honum.
Ein av teimum bjóðaði honum enntá eini hús í Føroyum at goyma seg í. Viðkomandi helt, at tað var eitt trygt stað at fjala seg fyri yvirgangsmonnum.
- Tað er absurd, at tú skalt stúra fyri tíni lívi í tínum egnum húsum í tínum egna landi, sigur Kurt Vestergaard við Spiegel.