Goymdi lík í kuldaskápi

40 ára gamla, Mette Bønnelykke Herholdt úr Viborg í Danmark, bleiv burtur í 2010 - og í gjár varð líkið av henni funnið í einum kuldaskápi.

Løgreglan metir, at kvinnan er dripin, og fyrrverandi sjeikur og búfelagi hennara, sum er 44 ára gamal, er nú handtikin og skuldsettur fyri drápið.

Tað var í desember í fjør, at løgreglan í Danmark eftirlýsti kvinnuna, men tá hevði hon verið sporleyst burtur í tvey ár. Orsøkin til, at eftirlýsingin kom so seint, sigur løgreglan er, at kvinnan hevði lítið samband við familjuna og hevði yvirhøvur lítið við fólk at gera.

Í gjárkvøldið fann løgreglan líkið av kvinnuni, sum tey halda er Mette Bønnelykke Herholdt. Líkið varð funnið í einum gomlum kuldaskápi, og løgreglan heldur, at kvinnan er dripin.

Fyrrverandi sambúgvi hennara er handtikin og varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápið. Hann sigur seg einki hava við drápið at gera, men sigur seg hava goymt líkið.

Maðurin hevur búð á tveimum støðum, síðan kvinnan bleiv burtur, og hildið verður, at hann hevur tikið kuldaskápið og soleiðis eisini líkið við sær, tá hann hevur skift bústað.

Kuldaaskapið við líkinum av Mette Bønnelykke Herholdt varð funnið á bústaðnum hjá manninum.