GOYMSLULEIÐARI TIL HØVUÐSGOYMSLUNA
Rúsdrekkasøla Landsins sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum
goymsluleiðara til høvuðsgoymslu okkara. Høvuðsgoymslan er
snúningsdepilin fyri øllum flutningi til viðskiftafólk og handlar okkara í
Føroyum.
Starvið
Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at samskipa og taka lut í dagliga
arbeiðinum á goymsluni. Tú fært ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
og stórari ábyrgd, har tú fært møguleika at seta tín dám á arbeiðið og
mannagongdir, soleiðis at goymslan og goymslustýringin er so skynsom sum
gjørligt.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
• Hevur viðkomandi útbúgving ella royndir frá goymsluarbeiði
• Ert skipað/ur og dugir at skipa arbeiðið hjá tær og tínum starvsfólkum
• Ert ágrýtin og álítandi
• Dugir at leiða og motivera tíni starvsfólk
• Dugir at samstarva við viðskiftafólk, samstarvsfelagar, leiðslu og hinar
deildirnar í fyritøkuni
• Hevur royndir við KT-skipanum - Rúsdrekkasøla Landsins nýtir Business
Central
• Hevur trukkloyvi
Arbeiðstíðir- og staður
Tín arbeiðsstaður verður á høvuðsgoymsluni, sum nú er á Hjalla. Arbeiðstíðin
er 39 tímar um vikuna. Nakað av meirarbeiði kann væntast til størri tiltøk og
høgtíðir.
Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsfelagið. Tú verður flokkað/ur sum deildarleiðari í 8. flokki.Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til
[email protected]. Viðmerk “Goymsluleiðari” í evnisteigin.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. mars 2026.
Starvsbyrjan er 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka
Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.
Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og
sølu av rúsdrekka.
Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi
søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu.
Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins.











