Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Náttina millum 21. og 22. august byrjar kjarnorkuklokkan, sum stýrir GPS-skipanini, av nýggjum. Aftaná 19,7 ár ella 1024 vikur, er teljiverkið komið á mál. Klokkan telur vikur og sekund og sigur, hvar fylgisveinarnir eru í einum álmanakka fyri vikuna sum kemur. Um móttakarin ikki hevur fingið hjálp, so lesur hann knappliga, at 6. januar 1980 kemur aftaná fríggjadagin 21. August 1999.
Tað sum kann henda er, at GPS-móttakarin lesur skeivt boðini, hann fær frá fylgissveinunum, ella at tað tekur longri tíð hjá honum at finna fylgissveinin. Móttakarin kann geva skiparanum skeiv boð um, hvar hann er staddur ella rætt og slætt ikki geva nøkur boð yvirhøvur.
Ein av norsku serfrøðingunum á økinum, Berit H. Plassbak, óttast fyri, at serliga fiskibátar og smáir bátar kunnu fáa trupulleikar. Hon sigur, at trupulleikarnir kunnu byrja longu tann 18. august. Sambært Plassbak hava oljuvinnan og tey stóru farmaskipini gjørt tær neyðugu broytingarnar, ella í øllum førum hava hesi leingi verið vitandi um trupulleikarnar sum kunnu koma.
Bert í Noregi eru tað eini 6000 fiskifør og millum 100.000 og 300.000 frítíðarbátar, sum norskir myndugleikar ikki hava yvirlit yvir. Nógvir av teimum gomlu GPS-móttakarunum kunnu ikki brúkast aftaná 21. august, meðan aðrir kunnu brúkast við smærri broytingum.