Grøðiligur illvøkstur

Tað kostar mett slaka 1,4 milliónir krónur um árið við vaksinatión at royna at byrgja fyri, at 350 12 ára gamlar gentur í Føroyum fyrr ella seinni kunnu fáa krabbamein í lívmóðurhálsin

Tað hava vit ikki ráð til. Ella, tað hava vit sum skilst onga játtan til á fíggjarlógini. Sama hvør samgonga valdar, so eru vit summi, sum nokta at trúgva, at tað kann vera so livandi galið, at uppskotið á Tingi um, at landið rindar koppsetingina, verður vrakað bara tí, at tað er eitt uppskot frá andstøðuni. So fákunnug kunnu vit ikki vera. Tað kann ikki bera til, at vit lata okkum lynda, at ein so idiotiskur leikur gongur á okkara fólkavalda palli. Tí eingin ivi kann vera um, at fær ein einasta av hesum 350 gentunum krabbamein í lívmóðurina, so kostar tað minst 1,4 milliónir krónur – kanska tríggjar ferðir so nógv enntá – at viðgera henda ógvuliga hættisliga tilburð av krabbameini. Tann ólukkuliga kvinna við hesi deyðiligu sjúku verður saman við næstringum sínum send aftur og fram millum Ríkissjúkrahúsið og Føroyar eftir at hava fingið millum 30 og 60 stráluviðgerðir sum ein roynd at støðga krabbavøkstrinum. Tann ólukkuliga kvinnan verður løgd undir manga aðra ótýdliga viðgerð, ið kanska útsetir seinni eitla- og stomiviðgerð, ið so aftur hava beint fyri øllum lívsvirði, um nakað lívsvirði er at hóma yvirhøvur. Samanumtikið kann tað saktans henda, at ein viðgerð fyri milliónir bara útsetti ta ultimativu avleiðingina. Kvinnan doyr, og næstringarnir eru meinskaðir djúpt inn á likam og sál.

Og so hava vit onga játtan á fíggjarlógini ...

 

Eldrabyrðan

Vit hava heldur onga játtan á hesi ella hasi fíggjarætlan at kompensera fyri einum lítlum sindri av lívsíløgunum hjá mongum av okkara gomlu. Tvørturímóti. Tað ljóðar, at hetta og hatta tilboð til teirra, ið nú eru vorðin partur av ELDRABYRÐUNI, kostar ov nógv. Her má skerjast!

Tann fyrsta mai fáa mong okkara frítíðarløn ella -ískoyti av tí, vit hava tjent í eitt ár. Tey flestu av okkara gomlu hava arbeitt alt sítt lív og hava alt sítt lív goldið sín part av teirri frítíðarlønini, vit rópa pensjón. Men tað ólukkuliga er hent, at vit hava fingið eitt fyribrigdi, ið vit eru farin at rópa útreiðslur til ELDRABYRÐUNA. Og sjáldan eru tey gomlu pírin, tá ið tað ræður um at geva ommu- og abbabørnum so nógvar pengar, at tað í sjálvum sær er eitt flott ískoyti hjá landskassanum av øllum avgjaldinum, ið kemst av, at tey ungu leggja stjórt avgjald eftir seg fyri eitt vanligt, modernað marglætislív. Ímeðan hvørvur møguleikin hjá mongum gomlum at verða strikað á akuttlistanum, tí tey eru rætt og slætt deyð, áðrenn røktarpláss er fyri teimum.

Neyðars starvsfólk, ið altíð eru tey ábærastu ...

Og so hava vit ov lítla játtan á fíggjarlógini ...

 

Danland

Vit hava goldið 30 milliónir fyri Smyril Line, soleiðis at felagið sambært teimum ráðandi fær eitt burðardygt høvi afturat at rationalisera raksturin. Burtur við Bretlandi og Norra og Íslandi. Ferðamálið, ið eftir er, eitur Danland. Har kunnu vit aka á reyvini eftir eini plastslisku og tjumsa í eitt plastílat, tey rópa pool. Og so kunnu vit grilla, drekka øl og vín og tað, ið verri er. Tað ger einki. Vit hava vaskað okkum um hendurnar. Ímeðan royna summi okkara heilt spastiskt at greina eitt fantastiska merkiligt fyribrigdi: Politikarar og ráð mæla frá, at sterkari løgur verður gjørdur í hesum lovaða landi, tí tað verður bara atkomiligari enn, um hesin løgur verður gjørdur aðrastaðni. Havnin er vorðin tað stóra Sodoma við øllum sínum vertshúsum við øllum sínum innflutta Deyðans Vatni, synonymið fyri Lívsins Vatn, sum kinesarar fyri alt tað høvdu 2000 ár f.Kr, og sum Aristoteles skrivaði um 300 ár f.Kr.

Samstundis er líkt til, at eitt tað sterkasta og ringasta eitur í verðini, nikotin, eigur at vera ein týðandi táttur í okkara almennu inntøkukeldu.

Pilatussymdromið leingi livi!

Vit halda við góðari, reinari, kristiligari samvitsku fram við at flyta okkara syndir til Havnar, og haðani verður ábyrgdin av syndunum flutt til Danmarkar ...