Í ár verður tiltakið í Mentanarhúsinun í Fuglafirði, og til dansin í ár fara teir vælumtóktu Showmenn at spæla.
Fyrireikarnir siga, at teir hava hesi árini roynt at gera tiltakið meir fjølbroyt enn vanlig dansitiltøk flest, og hevur nógv forvitnisligt verið á skránni hesi árini.
Eisini hevur verið pyntað við ljósperum og ballónum hvørt ár.
Sigast kann, at hetta er vorðin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni , men nógv eru eisini komin aðrastaðni frá.
Nú er eisini góður møguleiki hjá vágafólki at koma til tiltakið.
Og mong av teimun sum koma hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Ein hevur týðuliga sæð, at nógv av teimun hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, hevur tað á hvørjun ári verið latnir góðir vinningar til bestu grýlurnar, og í ár verða eisini góðir vinningar latnir til nr 1-2-3.
Nevnast kann, at grýluklæðini skulu vera heimagjørd fyri at koma upp í part tá dømast skal.
Ikki tí, keypt grýluklæðir eru eisini meir enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein sum fer inn í ein handil og keypir sær ein drakt, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið.
Bussar koyra úr Vágum og Vestmanna og Tórshavn og Sundalagnum eins og bussar koyra av Strondum og Toftum á vegnum verður koyrt gjørnum Gøtu og Leirvík.
Allir bussarnir koyra heim aftur eftir dansin
Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 25. februar.