Gríma klár við nýggjum leiki

25. juli frumframførir Gríma leikin Pietá á Tjóðpallinum ?Ria? er høvuðspersonur í leikinum. Í byrjanini liggur tilkomna kvinnan, har arbeiðslív og privatlív eru um at sindrast, á einum hotelkamari. Við síðurnar av henni liggur ein fremmandur maður. Hon veit onki um mannin, men hvat er galið við støðuni. Kanska er hon klár at rýma frá veruleikanum.

Hvat víðari hendir fæst ikki at vita fyrr enn 25. juli, tá leikurin verður frumframførdur á Tjóðpallinum.

Pietá er italskt orð, og er millum annað navnið á kendasta listarverkinum í Pæturskirkjuni í Rom, har krossfesti Jesus liggur í føvninginum á Mariu Moy.

Orðið vísir á miskunn, gudsótta, sorgarvísa og bøn um náði.

Tað er Astrid Saalbach, ið hevur skrivað, og Egi Dam leikstjórnar. Talan er um ein einmansleik, har Birita Mohr hevur einasta leiklutin.

Marianna Mørkøre ger pallmynd og Árni Baldvinson syrgir fyri ljósi og smíðar pallmyndina.

Leikurin verður spældur frá 25. juli og nakrar sýningar fram.