Í Grímsey er lundin væl fyri

Fyri stuttum gjørdu umhvørvismyndugleikarnir í Vestmannaoyggjunum av at friða lundan í ár, tí stovnurin har er so illa fyri. Norðanfyri er øðrvísi. Í hvussu er frættist av Grímsey, at har er lundin væl fyri.

Tað er ikki bara lundin, sum hevur tað gott á Grímsey. Íslendsk bløð skriva, at har er eisini nógv álka, og at talan er helst um fugl, sum er komin vestaneftir.

Ein íslendskur fuglafrøðingur og nøkur sjálvboðin úr Bretlandi eru í løtuni í ferð við at telja fugl ymsastaðni í Íslandi.