Tað var kendi súkklarin Lance Armstrong, ið hevur havt krabbamein, sum kom við hugskotinum at gera gummiarmbond til frama fyri arbeiðið at basa krabbameini. Gulu Livestrong armbondini eru vorðin eitt hitt um allan heim. Inntøkan av teimum fer í grunnin, sum Armstrong hevur sett á stovn; peningurin fer allur til gransking av krabbameini í USA. Síðan hava onnur fingið sama hugskot, tí fáast armbondini í nógvum litum og inntøkan fer til nógv endamál. Tað er Føroya Felag móti Krabbameini, ið hevur latið gjørt grøn gummiarmbond. Vilt tú stuðla felagnum, so keypir tú eitt grønt armband. Navnið hjá felagnum stendur á.
Armbondini kosta 20 kr. Tey fáast til keyps á Statoilstøðunum kring landið, í Grifflinum í SMS, á Tjaldurs Apoteki og á skrivstovuni hjá Føroya Felag móti Krabbameini.