- Grøna orkan eitt framstig

Landsstýrismaðurin, sum umsitir orkumál, er Eyðun Elttør, og hann metir vindmyllurnar í Vestmanna vera eitt stórt framstig. - Vit arbeiða við einum umhvørvispolitikki, sum væntandi verður borin niðan í tingið í næsta ár, og hetta er tískil í tráð við okkara ætlanir, sigur Eyðun Elttør

-Vindmyllurnar í Vestmanna stuðla avgjørt gongdini og endamálinum hjá okkum um minni dálking, sigur landsstýrismaðurin í orkumálum, Eyðun Elttør.
Hann vísir á, at í longri tíð hevur verið arbeitt at orða ein fastan umhvørvispolitikk, sum Kári Thomsen úr Náttúruverndarfelagnum aðrastaðni í blaðnum eftirlýsir, og at uppskotið um nýggjan umhvørvispolitikk væntandi fer niðan í tingið í næsta ár.

Netið megnar ikki nógva vindorku
Spurdur, hví vindorka ikki kann gerast høvuðsframleiðslan innan orku í Føroyum, sigur Eyðun Elttør, at trupulleikin er á tekniska økinum.
- Nú er hetta í størri mun økið hjá SEV, men netið hjá teimum megnar ikki at taka ímóti so nógvari vindorku, og tískil verður ein trupulleiki at framleiða so nógva vindorku, sum summi eftirlýsa.
Eyðun vísir tó á, at netið kann taka ímóti væl meiri vindorku, enn talan er um nú.

Hava stuðlað verkætlanini frá byrjan
Annars er landsstýrismaðurin fegin um verkætlanina í Vestmanna, og metir hann talan vera um eitt satt framstig, sum er við til at gera Føroyar førar fyri treytunum um Kyoto limaskap.
Við vindorku skerja vit CO2 útlátið, og tískil hevur grøna orkan stóran týdning fyri umhvørvisviðurskiftini í Føroyum, slær Eyðun Elttør fast.
Hann vísir á, at landsstýrið hansara hevur havt fleiri fundir við sp/f Røkt, og at stuðul allatíðina hevur verið um verkætlanina og samstarvsavtaluna við SEV.