Grønalíð sloppin avaftur Mjóvanesi

MRCC-Tórshavn fekk klokkan 12:00 í dag fráboðan um, at ein alibátur hevði rent á land á Mjóvanesi. Báturin Burgundia og gummibáturin hjá Tjaldrinum vóru á staðnum 30 minuttir seinni Alibáturin Grønalíð bað um hjálp yvir Tórshavn Radio klokkan 12:00 í dag, tí báturin hevði rent á Mjóvanes, báturin tók møguligan sjógv inn.

MRCC-støðin sendi beinanvegin Tjaldrið, sum lá á Havnini, á staðið.

Fleiri bátar, ið vóru í økinum setti kós móti Grønalíð. Burgundia, sum var stødd í Leirvíksfirði kom fyrst til Grønalíð og tók teir báðar menninar sum vóru við Grønalíð umborð.

Gummibáturin hjá Tjaldrinum var komin á staðið.

Menninir á Grønalíð fóru umborð aftur meðan Burgundia sleipaði Grønalíð av aftur. Báturin, ið var fullur av smolti, sá út til at klára seg og setti kósina móti Hvannasundi saman við Tjaldrinum.