Klaksvík:
Tá Sosialurin hevði samband við ferðalagið fríggjamorgunin vóru tey stødd í einum bussi á veg til Himmelbjerget. Eftir tað gekk leiðin við báti inn til Silkeborg, har tey fingu høvi til at keypa eitt sindur, áðrenn farið varð til hús aftur.
Ferðalagið telur sum sagt 40 fólk. Har av eru fýra vaksnir leiðarar og einir seks ungdómsleiðarar í aldrinum 17 ? 18 ár. Tey flestu av børnunum eru í aldrinum 11 til 17 ár.
Hóast talan er um eina skótalegu fyri gentuskótar, so eru dreingir við kortini. Í tí føroyska ferðalagnum eru átta dreingir við.
Tey smærri eru ikki á sjálvari leguni enn, bara tey eldru. Tey fóru út á leguna beinanvegin til eina sokallaða pinoerlegu, har tey millum annað gera klárt til at hini skulu koma. Meðan tað, búgva hini í einum skótahúsi í Bryrup, sum liggur beint uttan fyri Silkeborg.
Hesar dagarnar, meðan tey hava bíðað til tey fara út á sjálva leguna, hava tey upplivað mangt og hvat. Tey hava verið í einum staði, sum eitur Labrynthia. Hetta er eitt rættiliga nýtt stað, sum bert hevur verið opið í fimm ár.
Charlotta Thorsteinsson, ein av leiðarunum, sigur, at ongin av teimum hevði verið har áður, so tað var við miklum spenningi, at tey fóru avstað. Á staðnum vóru seks labyrintur. Ongin var líka og vóru tær allar á ymiskum torleikastigi. Tann eina labyrintin er tann størsta trívíddaða labyrintin í øllum Evropa. Tey megnaðu sjálvandi ikki at loysa allar uppgávurnar, men tey fingu so øll próvbrøv kortini. Dagin eftir, at tey høvdu verið í Labyrinthia fóru tey ein túr í Djurs Sommerland, og var tað ikki minni stuttligt.
- Hóast veðrið ikki hevur verið so gott, so hava børnini hugnaðu sær óført á báðum støðunum, sigur Charlotta.
Tað var heitt tann fyrsta dagin tey vóru har, men síðani hevur tað verið grátt og hevur havt hug at regna. Men tey vóna, at tað verður betri, meðan tey eru á leguni.
Legan byrjar leygardagin
Tey yngru fara so øll á leguna leygardagin. Og har skulu tey vera í einar átta dagar. Evnið á leguni er tíð. Og koma skótarnir so at arbeiða við ymiskum á leguni, sum hevur við tíð at gera.
- Tíð kemur at verða tann reyði tráðurin í gjøgnum ymisku uppgávurnar á leguni, sigur Charlotta Thorsteinsson.
Og hon leggur flennandi aftur at, at maskotturin hjá leguni hevur eisini fingið eitt navn, sum má sigast at hóska sera væl til. Maskotturin eitur URsula.
Tað eru umleið 4.000 grønir skótar á leguni. Tey koma úr 18 ymiskum londum.
Sum vanligt er á tílíkum legum, so skal hvør tjóð framføra eitt hvørt, sum hevur samband við mentanina í teirra landi. Og føroyingarnir fara at dansa føroyskan dans. Tey hava nýtt kvøldini til at venja í. Eisini hava tey nýtt kvøldini til at læra seg at leggja tólvtáttað band, tí ætlanin er, at tey sjálvi skulu læra hini at tólvtra hetta kvøldið.
Á skránni á leguni verður mangt og hvat. Til dømis fara tey ein hiketúr. Og møguliga kemur hennara Hátign prinsessa Benedikte eisini á vitjan á leguni.
Heimasíðan hjá skótunum
Sjálvt á eini tílíkari skótalegu verður alnótin nýtt. Heimasíðan hjá teim føroysku skótunum er www.landslega.subnet.dk. Harinni er millum annað ein dagbók, sum skótarnir so skriva inn á, hvat tey hava upplivað og gjørt hvønn dag. Eisini er ein gestabók, har familja og vinir kunnu senda teimum eina lítla heilsan. Tað verður eisini gjørligt at síggja myndir frá leguni inni á heimasíðuni.
Charlotta sigur, at talan ikki er um eina av teim størstu legunum, tí tey hava ofta verið nógv fleiri okkurt annað árið.
- KFUM skótar úr Føroyum hava verið á leguni hvørja ferð síðani 1929, sigur Charlotta.
Legan er fimta hvørt ár.
Hon sigur eisini, at børnini eru sera spent at koma til leguna.
- Tey eru væl fyri og lata væl at túrinum higartil.
Charlotta sigur at enda, at tey eru glað og takksom fyri alla hjálp og allan stuðul, sum tey hava fingið í teirra fyrireikingum til hendan túrin.
Legan varar í eina viku, frá leygardegnum 20. juli til leygardagin 27. juli. Føroyingarnir koma upp aftur til Føroyar Ólavssøkuaftan, tann 28. juli.