Fyri fyrstu ferð hevur Grønland valt at ganga egnar leiðir og ímóti Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC, við at áseta egnar kvotur fyri stórhvalaveiði í ár.
Í fjør sýtti Altjóða Hvalaveiðinevndin fyri at ganga einum grønlendskum ynski um størri stórhvalakvotu á møti. Grønlendingar bóðu um, at kvotan vaks úr 211 í 221 hvalir, men við atkvøðubýtinum 34-25 feldu limalondini í IWC uppskotið.
Grønlendingar hava seinni roynt at fáa samtykki fyri at økja kvotuna, men til fánýtis, og høvuðsgrundgevingin hjá mótpartinum er, at stórhvalaveiðin kann ikki longur metast at vera avgerandi neyðug, fyri at eitt upprunafólk kann lívbjarga sær.
Men landsstýrið í Nuuk stendur við sítt og hevur nú gjørt av at áseta stórhvalakvotuna í ár til 221 hval. Landsstýrið leggur dent á, at hetta er gjørt í samráð við lívfrøðiliga ráðgeving og við atliti til altjóða avtalur.