IA vann grønlendska valið. Flokkurin fekk 43,7% av atkvøðunum og gjørdist størsti flokkur. Stóri taparin var Siumut, sum meira ella minni hevur sitið við valdinum í Grønlandi seinastu ártíggjuni. Alt bendir á, at Grønland stendur frammanfyri einum veruligum politiskum siðaskifti fyri ikki at siga eini kollvelting. Við IA og formanninum Kupik Kleist tekur eitt tilvitað, ungt og sera vælútbúgvið ættarlið við politiska valdinum. Hetta hendir samstundis sum Grønland fer frá heimastýri til sjálvstýri. Politiska stjórnarlagsskiftið við nýggju sjálvstýrislógini gevur grønlendsku tjóðini sjálvsavgerðarrættin, og valúrslitið saman við valsiginum hjá IA kann tí væl gerast byrjanin til endan á donskum yvirvaldi í Grønlandi.
Við Kupik Kleist hevur grønlendska tjóðin fingið framúrskarandi og karismatiskan leiðara, sum uttan iva hevur førleikarnar til at standa á odda í tí stóru byltingar- og broytingartilgongd, sum nú byrjar í Grønlandi. Danir fáa uttan iva aðra bók at lesa í og sama er um aðar samstarvspartar at siga. Kupik Kleist hevur rikið eitt valskipað, hugsjónarríkt og Obamakent valstríð. Hann hevur givið ungdóminum nýggjar vónir um veruligar broytingar. Hann hevur givið ungu ættarliðunum vónir um, at nú skulu grønlendingar veruliga sjálvir taka ábyrgd av egnum lívi, egnari lagnu og egnum landi. IA er ideologiskt ein vinstraflokkur og verður vanliga samanborin við SF í Danmark. Í tjóðskaparspurninginum kann flokkurin samanberast við okkara Tjóðveldi, og hevur uttan iva eisini fingið íblástur frá nýggja Tjóðveldinum. Men flokkurin er annað og meira. Hann er ein flokkur, sum eisini tekur støði í tí upprunaligu og sterku inuitmentan, sum eyðkendi fólkið í Grønlandi, tá dansk norska kongsríkið í 1700 talinum tók Grønland sum hjáland.
Alt hetta merkir sostatt ikki bert, at Grønland nú fer gjøgnum eina nútímanstilgongd, sum er sera hart tiltrongd. Hetta merkir eisini, at grønlendska stjórnin fær eina lyklastøðu í stríðnum hjá norðuramerikansku inuittunum fyri politiskum frælsi og sosialum og búskaparligum rættvísi. Hesar tjóðir hava als ikki somu rættindi sum eitt nú Grønland fær við sjálvstýrislógini. Veruliga politiska valdið er í Washington ella í Ottawa. Fyri hesar tjóðir hevur valsigur IA ómetaliga stóran ímyndaligan týdning. Hetta merkir so eisini, at Grønland fær lyklastøðu í Útnorði, í Norðurlondum og í altjóðasamfelagnum.
Grønland hevur sterka og ríka mentan, og Grønland er ríkt til ráevni í náttúruni. Landið hevur stóran strategiskan týdning fyri USA og Danmark og hava tey fingið nakað at hugsa um eftir valúrslitið. Kupik Kleist fer helst at gagnnýta hesa støðu, og hann fer at nýta hana til at seta ferð á nútímansgerðina við støði í egnum fortreytum. Hetta merkir, at hann fer at virka fyri støðugt øktum sjálvstýri, fyri størri sosialum og búskaparligum rættvísi og fyri, at Grønland skal megna at taka sítt væl uppiborna pláss í altjóðasamfelagnum. Grønlendska valið hevur givið øllum og ikki minst føroyingum nakað at hugsa um. Vit hava allar orsøkir til at ynskja frændatjóðini í Útnorði tillukku. Sosialurin fer mánadagin at hava viðmerkingar til valið frá floksformonnum.