Ymiskar meiningar eru um, hvørt tað er rætt av Grønlandi at hava Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn heldur enn í Grønlandi. Ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart, sum mikudagin og hósdagin varð hildin á Scandic Copenhagen við luttøku úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum, er løgd aftur um.
Annað hvørt ár er Ísland vertur, og annað hvørt ár er Grønland ella Føroyar vertur.
Hetta er aðru ferð á rað, at Grønland velir at hava stevnuna í Keypmannahavn heldur enn í Grønlandi.
Ymiskar meiningar eru um hetta. Tað eru tey, sum halda, at Keypmannahavn er nógv høgligari, tí tað er bíligari at ferðast til Danmarkar, og haraftrat eru fasilitetirnir betri.
Onnur halda, at Grønland hevði havt størri møguleikar at selt seg sum ferðamannaland, um keyparar við egnum eygum sóu landið og tey tilboð, sum landið hevur at bjóða.
Tá Føroyar eru vertland, verður stevnan altíð hildin í Føroyum, og sum fyriskiparar hava føroyingar gott orð á sær. Tað hevði verið óhugsandi, at ferðavinnan í Føroyum vildi lagt Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn.
Sum skilst, arbeiða grønlendingar við ætlanunum um at halda stevnuna aftur í Grønland, har hon eisini hevur verið áður.
Tað vóru tey, sum á Vestnorden Travel Mart hesaferð hildu, at stevnan er vorðin ov professionell, og at tað kanska er verri at fáa røttu sambondini við tað, at umhvørvið á Scandic Copenhagen er so stórt.
Haraftrat kemur, at tú kanska hevur verri við at halda upp á fólkið, sum luttekur á slíkum stevnum, tá tú ert í einum stórbýi sum Keypmannahavn.
Tó skulu grønlendingar eiga, at teir á ymiskan hátt royndu at seta sín dám á Vestnorden Travel Mart.