Ein minni bumba brast leygardagin í grønlendskum politikki, tá Henrik Fleischer, ið á valinum til grønlendska tingið 24. apríl bleiv valdur á ting fyri Partii Naleraq, boðaði frá, at hann tók seg úr flokkinum, sum fyrr í mánaðinum skipaði stjórn við Siumut, Atassut og Nunatta Qitornai.
Hóast meirilutin hjá samgonguni einans er ein tingmaður, so gjørdi Henrik Fleischer tó greitt, at hansara avgerð at fara úr Partii Naleraq 25 dagar eftir valið ikki fór at fáa nakra ávirkan á býtið millum samgongu og andstøðu, men ynskti hann ikki upplýsa, um hann fór upp í nakran nýggja flokk fyrr enn eftir høgtíðina.
Men í samrøðu grønlendska miðilin Sermitsiaq sigur Hans Enoksen, formaður í Partii Naleraq, at fyrrverandi partafelagin er vorðin partur av flokkinum hjá landsstýrisformanninum Kim Kielsen, Siumut. Sostatt hevur floksskiftið ikki ávirkan á valdsjavnanin millum samgongu og andstøðu, men við Sermitsiaq sigur Hans Enoksen, at floksskiftið kann fáa avleiðingar fyri samgongusamstarvið.
- Tað undrar meg, um okkara samgongufelagi hevur ”fiskað” hann. Vit fara at viðgera í floksstjórnini, um hetta fær avleiðingar, sigur Hans Enoksen við Sermitsiaq.
Hans Enoksen dylur heldur ikki fyri, at hann ikki heilt skilur avgerðina hjá Henrik Fleischer.
- Eingin ósemja hevur verið millum okkum, og vit hava verið virkuliga glað fyri hansara arbeiði, sigur Hans Enoksen, ið tó eisini upplýsir, at ósemja um býti av nevndarsessum kann hava verið orsøkin til, at tingmaðurin skifti flokk.