Grønland stríðir sítt OL-stríð

OL - Grønland eigur ung, evnarík ítróttarfólk í vetrarítróttargreinum, sum kunnu umboða Grønland til heimsmeistarakappingar, men sum eru noydd at fara undir Dannebrog, tá olympisku vetrarleikirnir eru á skránni

Millum tey stóru grønlendsku vetrarítróttar-talentini er tann ungi kvinnuligi skíðskjótingar-íðkarin, Miilaaraq Lennert, sum veruliga gjørdi vart við seg í fjør, tá hon í tveimum førum gjørdist nummar trý í tí svenska meistaraskapinum fyri juniorar. Bæði í 7,5 kilometurs sprinti, og í 10 kilometurs jaktstarti. Eins og Pál Joensen droymir tann unga Miilaaraq Lennert at umboða sítt land til OL, men sum er, so mugu grønlendingar undir Dannebrog, tá olympisku vetrarleikirnir eru á skránni. Miilaaraq Lennert vónar at kunna sleppa til vetrar-OL í 2014, sum verður í Russlandi. Uiloq Slettemark og Øystein Slettemark eru tveir grønlendskir skíðskjótingaríðkarar, sum hava umboðað Danmark á olympiskum vetrarleikum. Tey hava ikki verið við heilt har frammi, men hava fingið góð persónlig úrslit.

Danmark er
veikt á vetrar-OL
Trupuleikin hjá grønlendsku vetrar­ítróttar-íðkarunum er, at landið – ella ríki - tey mugu umboða til OL hevur eina ógvuliga veika siðvenju, tá tað kemur til vetrarítrótt. Dan­mark hevur gjørt nærum ongar skreytir í tí vetrarolympisku søguni sammett við Noreg, Svøríki og Finn­land, sum hava vunnið eitt ótal av vetrar-OL heiðursmerkjum. Danska, olympiska nevndin leggur tó herðslu á, at Danmark eigur at verða við til olympisku vetrarleikunum, hóast danskur vetrarítróttur er á einum lágum støði, og vandi er fyri, at ógvuliga fáir danskir íðkarar fara at klára kravtíðirnar til vetrar-OL í framtíðini. Danska olympiska nevndin ger vart við, at tað er týdningarmikið at vísa seg til tey stóru høvini.

Búð og vant í Svøríki
Miilaaraq Lennert hevur búð og vant í svenska býnum, Torsby, og var á heimavølli, tá hon gjørdi vart við seg, tá svenska meistaraskapið í skíðskjóting fyri juniorar var á skránni. Hinir kendu skíðskjótarnir úr Grønlandi, Uiloq og Øystein Slettemark hava ættarbond til Noregs, og hava leitað nógv tann vegin í samband við venjingar. Tá tað kemur til fjallalendi og veðurlag til vetrarítróttargreinir, so hevur Grønland tað sum skal til, meðan Danmark av givnum orsøkum ikki kann spæla við á hesum økinum.

Vilja luttaka sjálvi
Fyri Grønland snýr spurningurin seg um møguleikan hjá grøn­lendskum ítróttarfólkum at sleppa til olympisku vetrarleikirnar um­boð­andi Grønland. Tað verður kjakast nógv um hetta málið í Grøn­landi. Men grønlendingar standa við somu trupuleikastøðu, sum føroyingar, og tí mugu teirra ítróttar­fólk inn gjøgnum dyrnar hjá dønum, fyri at sleppa til OL. Grøn­lendska ítróttarsambandið hevur tó ynskt, at ein grønlendskur íðk­ari sum lýkur olympisku krøvini skal sleppa til vetrar-OL. Tó hava grønlendingar valt at sagt, at um danska olympiska nevndin ikki úttekur ein danskan íðkara, sum hevur betri kravtíðir, enn tann grønlendski íðkarin, so eigur tann grønlendski íðkarin heldur ikki at sleppa at umboða danska ríkið á teimum olympisku vetrarleikunum. Grønlendingar eru tó sínir egnu harrar, tá talan er um teir arktisku vetrarleikirnar, har teir kappast við Sámaland, Nunavut, Alaska og aðrar arktiskar javnlíkar. Sama er til heimsmeistaraskap og aðrar kappingar, júst sum støðan er hjá føroyskum íðkarum. Olympiski dreymurin livir í Grønlandi, men har stríðast tey, sum sagt eisini við at umseta henda dreymin til veruleika