Sleppa grønlendingar ikki at veiða 10 kúlubøkur um árið, fer landið at taka seg burtur úr Altjóða Hvalaveiðinevndini IWC. Ane Hansen, landsstýrismaður í veiðimálum, sigur við KNR, at landsstýrið er í ferð við at kanna, um NAMMCO kann fáa størri avgerðarrætt, so felagsskapurin eisini kann loyva londum at veiða stórhval.
Tað kann NAMMCO ikki sum er, men bæði Noreg og Kanada hava tikið undir við at geva felagsskapinum ta heimildina. Tí fer Ane Hansen at venda sær til tey bæði londini um málið, sigur KNR.